Helen Joensen úr Runavík hevur stóran urtagarð rundan um hús síni, og henni dámar væl at fáa tíðina at ganga millum bæði blómur, runnar, trø, grønmeti og annað.
Her veitir Helen Joensen 10 góð ráð til tín, sum fegin vil hava tað varkurt rundan um húsini, men ikki tímur at fáast við ein stóran urtagarð, sum hon ger.
1.Set tær fyrst fyri hvat tú ynskir. Summi ynskja bert blómur og summi ynskja blómur og grasplenu.
2. Velur tú grasplenu, so mælir Helen til, at tú velur seintvaksandi gras, tí tað er nemmari at halda.
3. Koyr síðani kálk á grasið hvørt ár, so mosi ikki kemur á. Minst bert til, at kákið ikki virkar fyrr enn fýra ár eru liðin.
4. Ikki koyra kálk á rabarburnar, um tú hevur rabarbur
5. Tú kanst gera moldina klára til blómubeðið við at venda stykkinum og koyra kálk á. Tú kanst tó onki fáa at vaksa fyrr enn tað eru átta hitastig um náttina.
6. Reinsa beðið og bein alt ókrút burtur, tí tað trokar alt hitt burtur og tekur føðsluna frá tí, sum tú hevur plantað.
7. Til ber tó at gera planturnar klárar inni, við at sáða tær í bakkum. Hesar skulu standa í ljósi.
8. Spyr tey sum hava urtagarð um tey vilja lata eitt sindur av staudum, tí tey skulu klippa sínar kortini. Til ber eisini at fara í vakstrarhús ella handlar at keypa fleirára prýðisplantur.
9. Tá tú plantar í beðið, so er gløgt at planta tætt, soleiðis at ókrútið ikki trívist. Koyr síðani tø á.
10. Ríva einaferð um vikuna, tí so órógvar tú ókrútið, sum vil vaksa.
Les eisini samrøðu við Helena í HON blaðnum, sum varð borðið í hvønn postkassa í landinum mikudagin