Fótbóltur
Tað var kanska sigandi, at Eli Hentze í 3-2 mánakvøldið avdúkaði Liverpool-troyggjuna, sum hann bar undir gula B71-búnanum.
Við tilvísing til ótrúligu vendina í Champins-League finaluni í Istanbul, so hevði B71 tørv á einum eins stórum undri. Aftan fyri 3-0 móti einum liði, sum alt árið á tamb hevur spælt í eini hægri røð, vóru treytirnar hjá sandoyingum klokkuklárar.
Og tað tóktist eisini, sum trúðu sandoyingar uppá, at uppgávan ikki var heilt ómøgulig. Teir løgdu bragdliga fyri, og tá Clayton Soares eftir bara fimm minuttum var skjótur at revsa Marcin Dawid í GÍ-málinum, kom spenningur í uppgerðina - í øllum førum í eina løtu.
Tí GÍ nýtti ikki langa tíð um at svara aftur. Langt útspark frá sama Dawid sveimaði allan vegin í B71-brotsteigin, og so kundi Krzystof Popczynski í sínum seinasta dysti fyri GÍ hálvflukta liðið móti bjargingini.
Og so varð mótbrekkan greið. Kaj Ennigarð stútaði fyri steðgin GÍ á odda, og tá sami Kaj í seinna hálvleiki skoraði eftir fríspark, gjørdist talan mest sum um avspáking hjá GÍ. Mótstøðan frá vertunum var nú eisini avmarkað, og móti dystarenda kundi Sverri Jacobsen so staðfesta sigurin.
Soleiðis vann GÍ samanlagt 7-1, og tey tølini eru somikið sannførandi, at tað neyvan kann vera ivi um, hvørt liðið aftur hevur uppiborið møguleikan í Formula-deildini.
Fakta
B71-GÍ 1-4 (1-2)
GÍ í Formula-deildina við samanlagt 7-1
1-0: Clayton Soares
1-1: Krzystof Popczynski
1-2: Kaj Ennigarð
1-3: Kaj Ennigarð
1-4: Sverri Jacobsen