GÍ?EB/Streymur
GÍ vann sunnudagin tey trý stigini á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hóast EB/Streymur onkuntíð hevur spælt GÍ eitt puss, og hóast EB/Streymur næstsíðsta vikuskifti á heimavølli vann ímóti HB, so hevði tað verið púra óvæntað, um GÍ ikki hevði vunnið á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Gøtumenn fegnaðust um stigini, og lagið var serliga gott, tí nú tykist tað lýsna. Leikligu avrikini hava ikki altíð verið so góð, men nú sær tað hampuliga væl út við fólki, og so sást tað so skjótt aftur í spælinum. Popczynski, sum hevur verið skaddur alt árið, er so smátt farin at venja aftur, og teir rokna við, at hann kanska verður í hópinum komandi sunnudag.
Hesa ferð vóru Magni Jarnskor og Gidek leikbannaðir. Tað átti at havt verið stórur saknur á miðvøllinum, og tað var tað eisini. Men Sámal Joensen hevði hesa ferð góðan stuðul í Henningi Jarnskor, sum í ikki heilt somu útgávu sum áður, var hollur í vinstru. Áslakur R. Petersen var betri mitt fyri, enn hann ofta hevur verið í borðinum, Hans Pauli Petersen var sera framrættaður í høgru, og Magnus Skoralíð og serliga Súni Olsen vóru væl upplagdir, tá teir stuðlaðu Súna Fríða Johannesen, sum var einsamallur á toppinum. Súni Fríði hevði onrka góða roynd ímóti málinum, men tað eydnaðist honum heldur ikki hesa ferð at skora.
EB/Streymur dumpaði avgjørt ikki. Í 1. hálvleiki høvdu teir ikki so nógv at siga, men eftir steðgin vístu teir ofta gott spæl. Teir settu ikki Hall Hansen í málinum og Leiv Hansen og Bartal Eliasen í miðverjuni hjá GÍ upp á tær heilt stóru royndirnar, men miðvallarspælið ? eitt tvey, yvirlapp og diagonal skift ? vóru ofta í lagi.
Sjálvandi var tað ein dyggur smeitur hjá EB/Streymi, tá Sorin Anghel noyddist at fara av vøllinum, tí hann var skaðaplágaður. Men tað var serliga hugaligt at staðfesta, at EB/Streymur ? við manning úr Kollafirði og norður til Eiðis og báðu megin Sundalagið ? í 2. hálvleiki megnaði at vera so væl við, sum teir vóru.
Málini
Tá ein hálvur tími var farin, var spurningurin um, hvør fór at fáa stigini, avgjørdur. Henning Jarnskor átti næstsíðsta fótin á fyrsta málinum. Hann legði innfyri úr vinstru, og systursonurin, Súni Olsen, setti krúllin undir bóltin. Tá var eitt stórt korter farið.
Sesk minuttir seinni var tað høvdið á Bartali Elisen, sum var næstsíðsta statiónin. Súni Olsen legði horna innfyri úr vinstru, og miðverjin og toppskjúttin hjá GÍ hevði allan yvirkroppin omanfyri alla hina rúgvuna í brotsteiginum, tá hann drønstútaði í málið.
Síðsta málið var ivaleyst tað vakrasta, og aftur vóru tað Henning Jarnskor og Súni Olsen, sum vóru høvuðsleikarar. Henning sendi diagonalt úr vinstru til Súna Olsen, sum ? uttan at missa ferðina ? tamdi bóltin í rennikósina, sneiddi framvið einum ella tveimum, og setti framvið Gunnari á Steig.
Fagnaðurin var stórur í Serpigerði, og tað var lagt upp til stórsigur, men tað komu ikki fleiri mál. At tey ikki komu átti Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum sín stóra lut í. Hann var sum ein køttur á strikuni, og hann var tryggur, tá hann fór út í brotsteigin eftir luftbóltunum. Fleiri ferðir í 2. hálvleiki vóru tað undir hálvtakinum farin at fegnast um 4?0 málið, men tað kom ongantíð. Poul Ennigarð og Bartal Eliasen stútaðu eftir horna, og skotriðurnar stóðu um oyruni á gestunum, men tað segði tað sama. Ta einu ferðina fingu gøtumenn bóltin inn um allar mótstøðumenninar. Men tá stóð ein gulur inni á strikuni, og bólturin kom á hann!
Dysturin í tølum
GÍ-EB/Streymur 3-0 (0-0)
1-0: Súni Olsen, 18
2-0: Bartal Eliasen, 24
3-0: Súni Olsen, 30
GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Súni Olsen, Áslakur R. Petersen, Sámal Joensen, Magnus Skoralíð, Henning Jarnskor ? Súni Fríði Johannesen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Christian Carlsson ? Jákup Martin Joensen, Ronnie Midjord, Teitur Joensen, Hans Pauli Samuelsen ? Vinjard Dam, Sorin Anghel