GÍ hevur framvegis fult hús

Gøtumenn vunnu torføra útidystin suðuri í Vági, og í løtuni tykist einki at steðga oddaliðnum

 

Fótbóltur


Tá VB í fjør gjørdist føroyameistari, var ein av teimum heilt týdningarmiklu dystunum tann í Gøtu, har vágbingar vunnu tepran sigur. Uppskriftin ta ferðina var eitt sera gott liðavrik, har allir leikarar stríddust fyri hvørjum øðrum, og so eisini tað, at liðið var sera væl skipað.

Hesa ferð var uppskriftin júst hin sama, men forteknini vóru øvugt. Hesa ferð var tað nevnliga GÍ, sum við væl skipaðum verjuspæli og annars góðum liðavriki vann á útivølli, soleiðis at teir framvegis eru klárt á odda í bestu mansdeildini.


Fortreytirnar hjá GÍ fyri at leggja størsta dentin á eina væl skipaða verju vóru eisini stak góðar, tí longu eftir góðum fimm minuttum eydnaðist teimum at leggja seg á odda.

Eitt langt útspark frá Halli Hansen í málinum ferðast yvir flestu høvdini hjá vágbingum, og tá Óli Hansen so eisini fekk longt útsparkið, stóð Helgi L. Petersen brádliga púra leysur, og slíkan møguleika skal hann ikki hava tvær ferðir.

Eftir hetta royndi GÍ sum mest at binda fyri, og í stóran mun eydnaðist hetta eisini. Heimamenninir vóru tamir, teir megnaðu ikki at spæla seg ígjøgnum, og heldur var líkt til, at teir høvdu dirvi at offra ov nógv frameftir, soleiðis at mótálop kundu spyrjast burturúr.


Seinna umfarið tóktist tað tó, sum um venjarin hjá vágbingunum hevði givið monnum sínum ein ordans vals. Teir royndu nú í nógv størri mun at trýsta gestirnar, og hetta gjørdi sjálvandi, at spælið gjørdist meira opið.

Talan var kanska ikki um teir stóru møguleikarnar til heimaliðið, men vandin lúrdi nú allatíðina, eins og GÍ á sín hátt lúrdi við snarálopum. Tað vóru tó teir á heimaliðnum, sum fingu mál fyrst. Jón Pauli Olsen og Palli Augustinussen spældu skjótt saman í høgru, og tá Palli slapp ígjøgnum, sendi hann bóltin inn til ein púra leysan Birgir Jørgensen, sum sendi bóltin í at kalla tóma málið.

Líkt var soleiðis til, at talan skuldi gerast um ein javnleik, men tað vórðu kortini gøtumenn, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tó at Bjarni Johansen í VB-málinum eftir dystin iðraði seg um avgerandi málið.

Hetta kom, tá Hans Pauli Petersen úr høgru sendi ein bólt innfyri. Eingin vágbingur tóktist at ansa Helga L. Petersen, og so kundi toppskjúttin skora sítt næsta mál í dystinum. Tá Helgi fyrst hevði sett skallan undir bóltin, var lítið og einki, ið Bjarni kundi gera, men málverjin iðraði seg tó um, at bólturin yvirhøvur kom somikið langt sum til Helga.


VB úti

Hóast tað enn bert eru liðin fimm umfør av kappingini, so er lítið at ivast í, at tapið hjá VB hevði við sær, at talan ikki verður um nakra endurtøku av meistaraheitinum í ár. Hevði talan verið um ein sigur, var munurin til oddin bert trý stig, men nú er talan um níggju stig, og ivaleyst verður hetta ein ov stórur biti at vinna inn aftur.

Orsøkirnar til hetta eru sjálvandi fleiri, men í øllum førum er ein teirra, at teir so væl kendur marginalarnir ikki hava verið í parti við vágbingum higartil. Í avgerandi løtum eru dystirnir koppaðir til mótstøðuliðini, har teir í fjør koppaðu til vágbingar, og í veruleikanum er tað ofta hesir smáu lutir, sum gera av, um talan verður um gull ella kanska eitt pláss uttan fyri heiðursmerkjarøðina.


GÍ heldur á

Hinevgin skerst ikki burtur, at hepni ikki kemur av sær sjálvum. Betri enn nakar hava gøtumenn farna tíggjuáraskeiðið dugað at leita sær hepni, og mangt bendir á, at teir aftur í ár hava funnið røttu uppskriftina.

Longu nú hava teir leikt fleiri av teimum dystum, sum á pappírinum tykjast teir torførastu, og einki er at siga til, um teir eru ovurfegnir um úrtøkuna. Liðið hevur í ár aftur sett gamlar dygdir sum stríðsvilja og væl lærda spælskipan í hásætið, og kunnu teir eisini halda fast um hetta tvey ella trý komandi umførini, er nógv, sum bendir á, at teir hava vunnið sær ein avgerandi fyrimun.

Komandi vikuskifti hevur landskappingin frí, og tá gøtumenn aftur fara í gongd verður tað á heimavølli móti vágamonnum, so einki bendir enn á, at gøtumenn verða steðgaðir fyribils.


VB-GÍ 1-2 (0-1)

0-1: Helgi L. Petersen 6

1-1: Birgir Jørgensen 70

1-2: Helgi L. Petersen 83


Dómari: Birgir Sondum (B36)


VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Jón Gærdbo, Marek Viersbicki, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzyztof Popczynski

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen