GÍ hevur kært ÍF-dystin

Gøtumenn vilja hava FSF at døma nýggjan dyst móti ÍF, tí dómarin í eina lítla løtu gav fuglfirðingum loyvi at hava tólv spælarar á vøllinum

Sunnudagin fyri góðari viku síðani endaði tað 2-2, tá ið ÍF hevði vitjan av GÍ. Um tað verður, sum GÍ vil, so verður úrslitið ikki standandi. Gøtumenn hava kært til kappingarnevndina hjá FSF, sum teir vilja hava at kolldøma úrslitið og at áseta nýggja grannauppgerð í Fuglafirði millum ÍF og GÍ. Sambært heimasíðuna hjá ÍF stuðlum hevur FSF heitt á ÍF um at geva sínar viðmerkingar til málið í seinasta lagi týsdagin.
Orsøkin til kæruna er tann, at ÍF í eina løtu hevði tólv spælarar á vøllinum. Tað komst av misskiljing í sambandi við, at Christian Soelberg hjá ÍF var uttanfyri vøllin til viðgerðar. Tá ið viðgerðin var liðug, gjørdi spælarin vart við, at hann var klárur at koma aftur á vøllin, og dómarin, Dagfinn Olsen, gav tekin um, at hetta var í lagi. Trupulleikin var bara tann, at meðan ÍF spælarin lá skaddur uttanfyri vøllin, var hann skiftur út!
Hendingin var beint undan málinum, sum ÍF skoraði til 2-1, og sambært gøtumonnum vísa videoupptøkur, at Soelberg var framvegis á vøllinum, tá ið ÍF skoraði málið.
Nú hevur GÍ kært og vil hava FSF at døma, at dysturin skal spælast umaftur, tí ÍF í eina lítla løtu hevði tólv spælarar á vøllinum.
ÍF og dómarin skulu geva sína frágreiðing, áðrenn kappingarnevndin fer at taka støðu.