Góðir møguleikar fyri øktum samstarvi

Meðan íslendski mentanarráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, er í Føroyum á norðurlendskum samstarvsráðharrafundi, ynskti hon eisini at hitta føroyska starvsbróður sín, Helenu Dam á Neystabø

Hon varð vald inn á Altingið í 2007, og situr nú sum mentamálaráðharri í íslendsku stjórnini við ábyrgd av undirvísing, gransking og mentan.
34 ára gamla Katrín Jakobsdóttir er í løtuni næstforkvinna í flokkinum Vinstra-Grøna og gjørdist mentamálaráðharri eftir valið í 2009.
Í hesi vikuni hevur hon verið í Føroyum á fundinum hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum, og í tí sambandi vildi hon fegin hitta Helenu Dam á Neystabø.
- Føroyski mentamálaráðharrin var í Íslandi og vitjaði herfyri, og nú vildi eg nýta høvið at hitta hana aftur, eftirsum eg kortini eri í Føroyum, og halda fram við teimum tingingum, vit høvdu í Íslandi, sigur Katrín Jakobsdóttir.
Hon heldur, at serliga innan havgransking átti at borið til at samstarva enn meira.
- Okkara lond eru ógvuliga lík og eru oyggjasamfeløg. Vit liva bæði fyri ein stóran part av havinum, so sjálvandi eiga vit at kunna samstarva meira innan tað øki, sigur Katrín Jakobsdóttir.
Hon viðgongur, at tað er munandi truplari at umsita mentanarmál, eftir at kreppan rakti.
- Innan øll trý økini, eg umsiti, eru stórir niðurskurðir gjørdir í játtanunum, so tað er ein trupul uppgáva at vera mentanarráðharri í Íslandi nú, sigur Katrín Jakobsdóttir.