Góðir matvanar geva úrslit- hvørja ferð

- Fólk, sum eta ósunt, gera tað tíverri ofta í góðari trúgv. Tey vita ikki betri, tí ongin hevur fortalt teimum tað. Tí má fremsta uppgávan hjá politisku mynduleikunum vera, at seta í verk skipaða fólkaupplýsing um heilsugóðan mat, sum kann brúkast í gerandisdegnum hjá fólki, sigur Ulla Sissel Brandi, kostráðgevi

- Okkum nýtist ikki at fara longur enn til handils ella ein gongutúr í býnum fyri at síggja, at ovurfiti eisini er ein stórur trupulleiki hjá føroyingum. Fólk, ið viga alt ov nógv, eru vorðin ein sjálvsagdur partur av býarmyndini, og tað er ongin ivi um, at nógv av teimum eisini dragast við sjúkur, ið standast av ovurfiti, sigur Ulla Sissel Brandi kostráðgevi, sum nú eisini er byrjað at veita privata kostráðgeving.
Seinastu tvey árini hevur Ulla starvast sum kostráðgevi á landssjúkrahúsinum, har hon vanliga ikki kemur inn í myndina, fyrr enn skaðin longu er hendur, og fólk verða innløgd. Sjálv hevur hon tó altíð havt sera stóran áhuga fyri fyribyrgjandi kostráðgeving, og tí fegnast hon um møguleikan at gera eitt íkast til hetta arbeiðið við nýggju ráðgevingini, tí sum hon sigur
- Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu enda sum hjartasjúklingar á B8, áðrenn tey fáa at vita, at tað er matvanunum, tað er galið við.

Fólk eru ørkymlaði
Felags fyri tey allarflestu, sum venda sær til Ullu, er, at tey ongantíð hava fingið eitt veruligt innlit í, hvussu maturin er samansettur, og hvørjar avleiðingar ósunnur matur hevur í longdini. Tey hava hoyrt okkurt her og lisið okkurt har, men vita ikki, hvørjum tey skulu trúgva og eru sum heild sera ørkymlaði, sigur Ulla.
- Nógv fólk halda til dømis, at speipylsur av ymsum slag ella Gullkorn er dygdargóður matur at geva børnunum. Eg havi eisini varhuga av, at nógvir føroyingar eta óvanliga nógv mettað feitt, uttan at vera greið yvir, hvørjar avleiðingar tað kann hava. Feitt kjøt, feitar kjøt- og rullupylsur og garnatálg eru ofta fastir tættir í matinum hjá nógvum, umframt at nógv brúka smelt til nærum allan døgurðamat. Tey flestu vita, at slíkt fitar, men nógv eru als ikki greið yvir, at tað júst er alt hetta mettaða feittið sum ofta er orsøkin til hjarta- og æðrasjúkur, sigur Ulla.
Í summum førum er tað læknin, sum hevur rátt fólki til at fara til kostráðgeva, tí blóðroyndir hava víst, at blóðtrýstið ella kolesteroltalið er ov høgt, ella tí tey viga ov nógv. Men alsamt fleiri, bæði kvinnur og menn í øllum aldri, koma sjálvboðin.
- Tað er ongin ivi um, at tørvurin á kostráðgeving er nógv øktur, og at hetta hongur saman við, at føroyingar eru vorðnir nógv meir tilvitaðir um, hvønn týdning maturin hevur fyri heilsuna, sigur Ulla.

Børnini
Í síni viðtalu hittir Ulla alsamt fleiri børn, sum viga ov nógv. Kortini eru tey ovurtjúkku børnini framvegis ikki nakað, vit tosa um í Føroyum, og Ulla viðgongur eisini, at hetta er ein av teimum truplastu uppgávunum hjá henni sum kostráðgeva. Ikki tí, tað er trupult at hjálpa teimum, men tí evnið er so kensluborið.
- Tá tað snýr seg um børnini, kann ráðgevingin lætt fatast sum ein ákæra móti foreldrunum ella kanska serliga mammuni. Men onkur má taka trupulleikan upp, tí børnini megna jú ikki sjálvi at átaka sær ábyrgdina fyri, hvat tey eta. Jú fyrr vit læra tey góðar matvanar, jú størri er møguleikin fyri, at tey ongantíð koma at dragast við trupulleikar og sjúkur, sum standast av fiti.
Saman við heilsusjúkrasystrum hevur Ulla vitjað á ymsum skúlum í Føroyum, har hon hevur vegleitt børn, lærarar og foreldur í betri matvanum. Hon ivast ikki í, at foreldur eru vorðin nógv meir tilvitaði um týdningin av sunnum matpakkum og fegnast um, at alsamt fleiri skúlar hava sett í verk mjólka- og frukt skipanir. Men skulu varandi úrslit spyrjast burtúr hesum arbeiði, er neyðugt, at kantinur á stovnum, hægri skúlum og arbeiðsplássum eisini koma við.
- Tað besta hevði verið, um fleiri kostráðgevar burturav høvdu til uppgávu at virka sum ráðgevar á kantinum yvirhøvur. Slíkt hevði beinanvegin gjørt mun í gerandisdegnum hjá fólki og sannført okkum um, at politikarnir eru sinnaðir at fremja okkurt av øllum tosinum um fyribyrging í verki, sigur Ulla.

Góð úrslit - hvørja ferð
Ulla heldur tað vera stórt spell, at so lítið hendir frá politiskari síðu á heilsuøkinum, tí hon er ikki í iva um, at fólk sum heild hava fingið ein sera positivan hugburð mótvegis heilsubetri matvanum
- Eg eri sannførd um, at fólk, sum eta ósunt, oftast gera tað í góðari trúgv og ikki av ringum vilja ella dovinskapi. So skjótt tey fáa at vita, at tað er matvanunum, tað er galið við, eru tey fús at royna at eta øðrvísi og heilsubetri, hóast tey ongantíð hava roynt tað fyrr. Og fyri meg er tað alt arbeiðið vert at síggja, hvussu glað og bilsin tey blíva, tá góðu úrslitini byrja at merkjast, og tey fáa tað betri.
Ulla leggur afturat, at tað er ikki minst hetta, sum ger tað serliga hugaligt og gevandi at arbeiða sum kostráðgevi. Hon kann altíð veita fólki vissu fyri, at um tey fylgja vegleiðingini, skulu góðu úrslitini nokk vísa seg. Tað gera tey nevniliga hvørja ferð.

Ábyrgdin
So leingi fólk ikki hava neyðugu vitanina um mat og heilsu, má fyrsta uppgávan hjá mynduleikunum vera at fáa hendan boðskapin út til fólk. Og tað skuldi ikki verið so trupult, heldur Ulla, tí úrslitini av fleiri ára gransking og royndum hjá eitt nú Hjerteforeningen og Diabetesforeningen ligga púra klár at flyta yvir á føroysk viðurskifti. Men fyritreytin fyri at fólk fáa brúkt hesar tilráðingar í gerandisdegnum er sjálvsagt, at vit fáa eina væl virkandi matvørulóg, sum ásetur neyv krøv til vørulýsingar á øllum matvørum, so fólk sjálvi kunnu velja.
- Tað er í lagi, at politikarnir støðugt minna okkum á, at vit eiga at taka ábyrgd fyri egnari heilsu. Men treytin fyri at fólk kunnu átaka sær hesa ábyrgd er jú, at tey fáa ta vegleiðing og upplýsing, sum er neyðug. Og tann partin av ábyrgdini eiga politikarnir, sigur Ulla Sissel Brandi.


___________________

Hjá Kostráðgevanum:
<sum$?$end$!$ Tú greiðir frá tínum vanligu matvanum, trupulleikum og málunum, tú vilt røkka.<BR><sum$?$end$!$ Kostráðgevin ger eina kost- og tíðarætlan.<BR><sum$?$end$!$ 3-4 uppfylgjandi viðtalur<BR><sum$?$end$!$ Dømi: Alt eftir byrjunarvekt og blóðvirðum, tekur tað vanliga eini 4-5 mánaðir at lættna 10 kg og fáa normal blóðvirði. <BR>
Kostráðgevingin hjá Ulla Sissel Brandi byggir á tilráðingar frá Sundhedsstyrelsen, Diabetesforeningen og Hjerteforeningen:
Orkubýti: 55-60% frá kolvætu, 10-15% frá proteini, í mesta lagi 30% frá feitti, umframt 600 g frukt- og grønmeti um dagin.
Et 3 høvuðs- og 3 millummáltíðir um dagin.