Góðir prísir í dag

Nøkur fiskasløg fingu rættiliga góðan prís á Fiskamarknaðinum í dag samanborið við prísirnar í seinastuni. Eitt nú kom besti toskaprísurin upp á knappar 21 krónur, besti hýsuprísurin fór upp um 18 krónur, og besti prísurin á kongafiski togaði í 18 krónur.

Tað mesta, sum var á uppboðnum í dag, var línufiskur, harav nógv mest var av longu, eini 30 tons. Longa I fór fyri 13,22 krónur í meðal, longa II fyri 13,00 krónur, og meðalprísurin á longu III var 11,74 krónur fyri kilo. Av brosmu vóru 12 tons. Tað mesta var brosma I og II, og tær støddirnar fóru fyri 9,00 krónur.

Umleið 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 15,38 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 13,52 krónur. Av kongafiski vóru góð fimm tons. Stødd II fór fyri 17,22 krónur og III'arin fór fyri 16,79 krónur í meðal fyri kilo. 7

Í dag vóru bara fimm tons av toski á marknaðinum. Toskur III fór fyri 17,96 krónur, og toskur IV fór fyri 16,37 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 66 tons fyri 862.000 krónur.