G! leggur trygdina á netið

Nógv kjak hevur tikið seg upp um trygdina á festivalunum. Dimmalætting hevur skrivað nógv um trygdina á Summarfestivalinum, men nú kemur eisini G!Festivalurin upp í kjakið.

Í Dimmalætting hevur verið ført fram, at Summarfestivalurin ikki hevði eina góðkenda skrivliga trygdarætlan, meðan festivalurin hinvegin hevur ført fram, at trygdin var góðkend av løgregluni. Nú hevur G!Festivalurin lagt sína skrivligu trygdarætlan á alnetið. Á heimasíðuni hjá festivalinum ber til at lesa hesa ætlan.