Góð mál í javnleiki

Liverpool og Newcastle fingu hvørsítt gott mál og stig í part á Anfield í dag. Yohan Cabaye legði Newcastle á odda, meðan Luis Suarez skoraði fyri Liverpool.

 

Liverpool hevði bóltin meiri í fyrra hálvleiki, men sum so mangan fyrr, so verður yvirtakið á heimavølli ikki umsett til mál. Í hinum endanum vóru Demba Ba, Papiss Cisse og Hatem Ben Arfa allatíð klárir upp á mótálop.

 

Tað var eisini Hatem Ben Arfa, sum var upphavsmaður til leiðslumálið hjá gestunum úr Norðuronglandi. Hann rak framvið tveimum verjuleikarum og legði bóltin innfyri til Yohan Cabaye, sum tamdi bóltin og meddaði til fyrstu fer í málið. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.

 

Liverpool var greitt omaná tíðliga í seinna hálvleiki og miðskeiðis inn í hálvleikin javnaði Luis Suarez. José Enrique sendi ein langan bólt fram til umstrídda framherjan, sum hegnisliga tamdi bóltin og rak framvið málverjanum og skoraði.

 

Seks minuttir fyri tíð fekk Newcastle liðskiparin og miðverjin, Fabricio Coloccini, beinleiðis reytt kort fyri at takla Luis Suarez. Einki mál kom seinastu løtuna hóast bæði liðini høvdu møguleikar at avgerð dystin.

 

Fyrr í dag spældu Queens Park Rangers og Reading á Loftus Road. Gestirnir úr Reading komu á odda tíðliga í dystinum, tá QPR verjan bara stóð og hugdi at, tá hornaspark kom innfyri. Bólturin endaði hjá Kaspars Gorkss, sum smekkaði bóltin í málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Djibril Cisse, tá hann tætt undir málinum fekk fótin á. QPR og Reading eru tey einastu liðini, sum ikki hava vunnið ein dyst í Premier League í ár.

 

Premier League:

 

Liverpool – Newcastle 1-1

QPR – Reading 1-1

Manchester United – Arsenal 2-1

Fulham – Everton 2-2

Norwich – Stoke 1-0

Sunderland – Aston Villa 0-1

Swansea – Chelsea 1-1

Tottenham – Wigan 0-1

West Ham – Manchester City 0-0