Nýggjársbál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú jóladøgurarnir og karamellurnar eru komin niðurum, er vanligt at fyrireikingarnar til at skjóta farna árið av og tað nýggja inn so smátt við fara í gongd.
Eins og í øðrum londum, er tað eisini siður her at brenna bál á nýggjárinum, bæði stór felagsbál og smærri bál millum húsini í grannalagnum. Men tað eigur at verða gjørt við skili. Tað er nevniliga ikki alt, sum brennir, ið kann tveitast á bálið.
Strong krøv
Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni finst ein vegleiðing fyri brenning á báli ella eldstaði. Har stendur uppramsað, hvat tú hevur loyvi at brenna, og hvat tú ikki hevur loyvi at brenna. Sum heild er talan um rættiliga strong krøv, ið verða sett.
Hvat kann brennast?
• Óviðgjørdur, turrur viður. Til dømis træplattar, trækassar og greinar.
• Reint papp, pappír, kol, torv og koks.
Hvat skal ikki brennast?
• Litað lýsingarbløð og annað blankt pappír
• Bildekk, gummi og plast
• Viðgjørdur viður. Til dømis trýstviðgjørdur, málaður og lakkeraður viður.
• Spønplátur og træ við plastlaminat
• Innbúgv, so sum sofur og madrassur
• Spillolja og annað vandamikið burturkast
Sum heild kann sigast, at nýggjársbálið ikki má nýtast til at sleppa sær av við burturkast, og at burturkast skal latast kommunalu burturkastskipanini.
Í nógvum støðum, har stórt felagsbál verður fyriskipað, er vanligt at onkur bátur verður koyrdur á bálið, men sum tað sæst á krøvunum omanfyri, er tað nógv, ið skal gerast, áðrenn báturin verður koyrdur á bálið. Eitt nú skal máling, lakk, olja og tílíkt skavast av viðinum, áðrenn hann verður koyrdur á bálið.
Eitt annað, ið eisini skal havast í huga, er støddin á bálinum. Jú størri bálið er, jú ógvusligari verður eldurin og verri at hava tamarhald á.
Upprudding
Eitt er nýggjársaftan, tá lagið er gott og bálið verður brent, annað er dagin eftir. Tá bál verður brent, liggur nevniliga ofta nakað av leivdum eftir frá bálinum, og hesar skulu eisini takast uppaftur.
Í vegleiðingini stendur, at leivdir frá báli skulu takast upp aftur skjótast gjørligt, og skulu latast kommunalu burturkastskipanini. Men ver ansin. Hóast langt er síðan bálið er slóknað, kunnu glóðir enn liggja í øskuni, og kunnu hesar festa í eitthvørt, sum tær koma í samband við. Tí er kanska eitt gott hugskot at bíða passaliga leingi, áðrenn uppruddingin fer í gongd, ella at sløkkja við vatni, áðrenn leivdirnar verða savnaðar saman.
Krevur loyvi
Um tú ætlar tær at brenna størri bál á nýggjárinum, so krevst at tú áðrenn hevur fingið loyvi. Sambært løgtingskunngerð, so krevst at loyvi verður latið av kommununi, treytað av, at bál ikki er til ampa og vanda fyri grannalagið.
Eisini krevur Landsverk, um bálið er nær við landsveg, at bálið er í minsta lagi 50 metrar frá landsvegnum.
Í nógvum støðum er eisini vanligt at brennandi blikk verða sett upp framvið landsvegnum, men til hetta krevst eisini loyvi frá Landsverk. Eitt nú seta teir sum treyt, at blikk skulu vera so langt vekk frá koyribreytini sum tilber og í minsta lagi ein metur frá kantinum á koyribreytini. Harafturat skulu blikkini verða sett trygt, so tey ikki koppa, og tryggjast skal, at brennievni ikki rennur úr blikkunum.