Góð úrslit at vísa á

Síðan Fjordskolen byrjaði í 2001 hevur skúlin havt góð úrslit við nærum øllum næmingunum.

Bert einaferð vóru tey noydd at geva upp við einum næmingi. Hetta var ein, ið hevði somikið stórar sálarligar trupulleikar, at tey als ikki fingu arbeitt við honum. - Hann reageraði somikið ógvusligt mótvegis øðrum, at tað ikki bar til at hava hann á skúlanum. Hann var tí fluttur á sálarsjúkrahús ístaðin Vit eru eitt alternativ til at tvangsflyta børn úr heimunum. Tey sum ganga á Fjordskolen búgva heima, hetta er eitt dagtilboð ikki ein kostskúli, greiðir Ingvald frá.