Swedish Swim Festival hevur verið seinasta vikuskifti, og heili tríggir føroyskir luttakarar hava verið við og kappast. Talan er um ungu stjørnuskotini, Magnus Jákupsson, Alva Hjelm og Óla Mortensen. Svimjararnir eru í harðari venjing, men úrslitini vóru heilt góð allíkavæl.
Magnus vann millum annað gull í 50 metrar rygg, 100 metrar blanda og vann greitt 100 metrar rygg við meir enn einum heilum sekundi.
Óli vann silvur í 1500 metrar frí, bronsu í 400 metrar frí, og fekk eitt áttanda pláss í 200 metrar frí. Í 400 metrar frí, sló Óli sítt persónliga met væl og virðiliga og betraði tíðina við heili tveimum sekundum og trettan hundraðpørtum, skrivar svimjing.com
Alvi Hjelm fekk millum annað eitt fjórða pláss í 400 blanda og eitt áttanda pláss í 200 metrar rygg.
- Tíðirnar eru umleið bestu tíðir, so tað er sum tað skal vera hesa tíðina av árinum, sigur Alvi við in.fo.
Um góðan mánað skulu hesir ungu svimjararnir royna seg til DM-K har møguleiki er at svimja seg til HM sum verður í Kanada í desember, har upp til 1000 teir bestu svimjararnir úr øllum heiminum møtast fyri at kappast.
Vónirnar eru sera góðar at svimja okkum til HM í Kanada. Óli er longu undir kravtíðini á 1500 metra teininum, og eg sjálvur eri einans tvey sekund frá. Tó so havi eg aldri áður svomið so skjótt, hesa tíðina av árinum, so tað boðar frá góðum.
Alvi og Óli fóru so at siga beinleiðis til Bulgaria á venjingarlegu við Hovedstadens Svømmeklub, har teir vanliga svimja, og koma aftur til Danmarkar 23. oktbober.