Góð úrtøka hjá gentunum

U?18 kvinnulandsliðið: Genturnar fingu tveir javnleikir, tá síðsti naglin varð settur í fótbóltsárið

Í síðstu viku vóru U?18 kvinnurnar í Onglandi og royndu seg í EM undankapping. Mótstøðuliðini vóru umframt vertstjóðina Moldova og Ukreina.

Inngangurin til kappingina var einki serligur hjá føroyksu gentunum. Sum tær fyrstu komu tær á búplássið uttanfyri Birmingham leygarkvøldið. Tá vórðu fýra gentur stúgvaðar inn á hvørt kamarið, sum var ætlað til tvey fólk. Hetta var ikki sambært tí, sum var avrátt.

Guðrið Joensen frá FSF skrivstovuni, sum var ferðaleiðari, venjarin Álvur Hansen og liðleiðarin, Margrið Weihe, funnu seg ikki í hesum, og fyribils loysnin var, at føroyski hópurin gjørdi nýtslu av nøkrum av kømurunum, sum tey úr Moldova og Ukreina skuldu búgva í. Ferðaløgini úr hesum báðu londunum komu ikki á staðið fyrrenn sunnudagin, og tá flutti føroyska ferðalagið á eitt annað gistingarhús.


Avhølvaðar

At tað fór at verða torført ímóti eingilsku vertunum, vóru føroyingarnir greiðir yvir frammanundan. Fyri einum ári síðani vann England á heimavølli í undankapping 7?0 á Føroyum. Tær flestu eingilsku genturnar vóru framvegis á liðnum. Nógvar av føroysku gentunum vóru eisini tær somu, men onkrir av lyklaspælarunum frá í fjør vóru ikki við hesa ferð, tí tær vóru farnar um aldursmarkið.

Ongland var nógv betri enn Føroyar. Tær taklaðu, so tað sang eftir í, og tað kom næstan ikki fyri, at føroysku genturnar, sum vóru eitt sindur tøvandi og ikki høvdu nóg mikið av sjálvsáliti, vunnu nærdystir.

Tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru spældir, var støðan 6?0. Mest sum øll málini vórðu skorað eftir innlegg úr borðunum. Ofta var talan um hornaspørk og onkuntíð um frísparksinnlegg. Og ta einu ferðina skoraðu tær eftir langt innkast. Talan var ikki um góð og høg innlegg, sum vórðu stútað í kassan, men málini vórðu ofta skorað, tí føroyska verjan megnaði ikki at fáa bóltin burtur, og so rakst hann í føroyska málteiginum og út ímóti brotssparksblettinum, inntil onkur á heimaliðnum fekk kroyst hann um strikuna.

Dysturin ímóti Onglandi varð spældur mánadagin 1. november kl. 19.30 á vøllinum hjá Telford United í lítla býnum Telford, sum er uttanfyri Birmingham.

Føroyska manningin ímóti Onglandi var henda: Ata Høgnadóttir, HB ? Ann Olsen, KÍ, Silja á Borg, HB (Elin Højsted, B71, 55.), Eyðvør Thomsen, HB, Annelisa Justesen, KÍ, Guðrið Mortensen, VB ? Maria Johnsson, HB, Fríða Petersen, HB ? Halltóra Joensen, liðformaður, VB, Irdi Hansen, NSÍ (Hansa Mikkelsen, GÍ, 75.) ? Heidi Jacobsen, GÍ (Poula Gregersen, GÍ, 89.)

Henda sama dagin vann Ukreina 9?1 á Moldova.


Tvær endaðu á skaðastovuni

Mikudagin kl. 14.00 vóru føroysku genturnar aftur í eldinum. At mótstøðan fór at verða nóg stór, bar úrslitið hjá Ukreina í fyrsta dystinum boð um. Tríggjar av gentunum á liðnum hjá Ukreina høvdu frammanundan verið á a?landsliðnum, sum fyri stuttum bara hevði tapt 1?0 ímóti Italia, og sum hevði megnað javnleik ímóti Íslandi.

Føroysku genturnar fingu enn eina ferð at kenna, at tað verður farið heilt øðrvísi fram í altjóða dystum, enn tað verður í føroysku kappingini. Annelisa Justesen og Elin Højsted vórðu so mikið illa fyri, at tær eftir lokið stríð vóru ein túr á skaðastovuni, og Annelisa Justesen var ikki før fyri at spæla síðsta dystin.

Ata Høgnadóttir stóð hesa ferð sera væl í málinum. Tað var alla tíðina tætt og javnt. Ukreina kom á odda í 24. minutti, men í 38. minutti javnaði Elin Højsted. Halltóra Joensen úr Hvalba, sum spælir við VB, legði tvørturum úr høgru, Heidi Jacobsen royndi seg við skoti úr spískum, málverjin hálvbjargaði, og Elin Højsted var fyrst á returinum og skoraði.

Tá tað restaðu tíggju minuttir mistu bæði liðini hvønn sín spælara. Fyrst varð ein av ukreinsku gentunum víst út, tí hon hevði borið seg sera ljótt at ímóti Fríðu Petersen. Hetta mundi ivaleyst vera ov mikið fyri Eyðvør Thomsen, sum tók á seg at hjálpa dómaranum at sekta ukreinsku gentuna, sum var á veg av vøllinum, og tað kostaði eitt reytt kort og leikbann í síðsta dystinum. Annelisa Justesen og Fríða Petersen fingu gult kort.

Dysturin ímóti Ukreina varð spældur á vøllinum hjá Lilleshall. Hetta er eitt kent ítróttarstað, har m.a. álopsstjørnan hjá Liverpool, Michael Owen, hevur gingið á fótbóltsskúla.

Føroyska liðið sá soleiðis út: Ata Høgnadóttir, HB ? Silja á Borg, HB, Fríða Petersen, HB, Eyðvør Thomsen, HB, Annelisa Justesen, KÍ (Jeaneth Clementsen, B71, 89.), Guðrið Mortensen, VB ? Maria Johnsson, HB, Halltóra Joensen, liðformaður, VB, Irdi Hansen, NSÍ ? Elin Højsted, B71 (Vivian Thorleifsson, HB, 60.), Heidi Jacobsen, GÍ.

Henda sama dagin vann Ongland við ikki minni enn 15?1 á Moldova.


Gloymdu stríðsviljan

Hjá monnunum hevur tað ofta víst seg, at tað hevur verið nógv torførari at seta seg upp ímóti sterkum liðum, enn tað hevur verið ímóti teimum veikaru liðunum, og soleiðis var tað eisini hjá kvinnunum, sum ikki tóktust hava akkurát sama hugburðin í síðsta dystinum, sum tær høvdu havt tær báðu fyrru ferðirnar.

Dysturin ímóti Moldova varð spældur fríggjadagin 5. november á sama staði og somu tíð á degnum, sum tann ímóti Ukreina. Fyri føroyska liðið, sum hevði nýggja miðverju, tí Eyðvør Thomsen var leikbannað og Annelisa Justesen var skadd, var tað pøs av vatni í andlitið, at mótstøðuliðið skoraði í fyrsta álopinum, tá tær vóru fyrst á returbólti frá málverjanum.

Í 34. minutti javnaði Halltóra Joensen við brotssparki, sum Elin Højsted tiltuskaði sær. Málverjin tveitti seg rætta vegin, men lukkutíð fyri føroyska liðið, so fór bólturin inn undir hana.

Fimm minuttir eftir hvíldina kom Moldova aftur á odda. Hesa ferð mistu føroysku genturnar dygst uttanfyri egnan brotsteig í høgru, og eftir eitt tvey samanspæl og innlegg var mál.

Tað restaðu 20 minuttir, tá Halltóra Joensen sendi fríspark úr 20 metrum í málið. Tíggju minuttir seinni hevði hon møguleika at royna seg við frísparki úr 16 metrum ? dømt tí málverjin brúkti hendurnar uttanfyri brotsteigin ? men í góðu støðuni valdi liðformaðurin at trilla upp á tvørs í staðin fyri at skjóta móti málinum, og so var tann møguleikin burtur.

Føroyska liðið trýsti síðstu løtuna fyri at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

Føroyska liðið ímóti Moldova sá soleiðis út: Ata Høgnadóttir, HB ? Maria Johnsson, HB, Silja á Borg, HB, Fríða Petersen, HB, Ann Olsen, KÍ ? Hansa Mikkelsen, GÍ (Poula Gregersen, GÍ, 55.), Irdi Hansen, NSÍ, Halltóra Joensen, VB, Guðrið Mortensen, VB ? Elin Højsted, B71 (Vivian Thorleifsson, HB, 75.), Heidi Jacobsen, GÍ.

Umframt tær genturnar, sum tóku lut í teimum trimum dystunum, vóru eisini Linda Kjærbo og Annika Poulsen, báðar úr VB, við í ferðalagnum.

Henda síðsta kappingardagin tók Ongland sær av løttum. Tær vunnu 4?0 á Ukreina, og tað hevði við sær, at bæði Ongland og Ukreina komu víðari í EM kappingini. Vunnu Føroyar á Ukreina í staðin fyri at spæla 1?1, so høvdu tað verið Føroyar og Ongland, sum komu víðari í kappingini.