Gásadalsfilmurin útsettur

Stórfilmurin um Frans í Gásadali verður ikki tikin upp í ár, sum ætlað. Upptøkurnar eru útsettar til næsta ár, tí tíðin gekk undan, og møguliga verður filmurin á enskum og ikki á norðurlendskum máli

Størsta filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð er útsett eitt ár.
Ætlanin var annars, at upptøkurnar, sum gerast skulu í Gásadali og í Vágum, skuldu byrja í mai í ár, men tilgongdin gjørdist drúgvari enn mett, og tí eru upptøkurnar útsettar til næsta ár.
Ein orsøk er, at allur peningurin ikki er fingin til vega enn. Filmurin er mettur at kosta yvir 30 mió. krónur. Eitt sindur vantar í, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya.
Nokkso stórur partur av peninginum er komin úr Føroyum.
Fleiri útlendskir framleiðarar hava vakt verkætlanini ans, tí hetta er ein óvanlig søga, og beint nú fara samráðingar fram um at gera filmin á enskum máli og ikki norðurlendskum máli, sum alla tíðina hevur verið ætlanin. Skal filmurin gerast á enskum máli, verður kostnaðurin væl hægri. Hinvegin gevur tað fleiri hyggjarar.
Filmsleikstjóri er Richard Hobert,er millum kendastu filmsleikstjórar í Svøríki. Fleiri av filmum hansara hava fingið virðislønir. Útvaldu sjónleikararnir bera kend nøvn.

Sonn søga
Richard Hobert fekk søguna um Frans í Gásadali frá Daniellu Sandberg, sum býr í Svøríki og er ættað úr Sørvági.
Hon fekk søguna frá pápa sínum.
Søgan um Frans í Gásadali er ein søga um at yvirliva hjá fátækrafólki fyri meira enn tríhundrað árum síðan. Tað er eisini ein søga um tollyndi.
Foreldrini hjá Frans vóru barnleys, og framtíð teirra var í vanda, tí hvat skuldi verða av teimum, tá ið kreftirnar fóru at ganga undan.
Ein dagin fóru tey bæði til Sørvágs, har eitt franskt skip lá. Ørindini vóru, at hon skuldi gerast við barn.
Konan var við barn og átti sonin, sum fekk navnið Frans. Ikki óhugsandi varð hann kallaður upp eftir pápaupphavi sínum.
Eingin, sum sá niður á tey fyri tað, tí tað vóru ikki ráð hjá nøkrum at skammast.
Søgan um Frans í Gásadali er ikki skrivað niður, men hon livir framvegis á mannamunni.