Í skrivandi løtu, er framvegis komið líka langt, einki er hent. Vágoyggin valdi sær løgtingsumboð at føra sína søk, men, eingin tunnil. Hattin av fyri Heina O. Heinesen, fyri tað hann hevur fingið av skafti fyri Kunoy. Metast má, at vágatingmenn als ikki hava havt nakra veruliga ætlan at gjøgnumføra ein tunnil. Allir sum ein klappaðu teir gásadalsmonnum á herðarnar og skyldaðu uppá hinar. Teir kunna sepgla sær í Heina. Hóast bert ein, avrikaði hann óført í Kunoy. Hevði ynskt ein tílíkan í Gásadals sókn.
Lendingin í Gásadali
Tá ið eg havi sæð bát við posti uttanfyri lendingina í Trøllanesi ella onkrari aðrari bygd her í Føroyum, er tað mangan komið mær til hugs, at ongantíð havi eg sæð postbát uttanfyri Gásadals lending. Einaferð setti eg fyrispurning, um ikki postbáturin til Mykines kundi leggja at í Gásadali. Eg segði frá, at gamalt var, at um ikki varð lendandi vestanfyri bygdina í Mykinesi, so varð farið norður um við lítlum báti á sleip, til at rógva post og pakkar í land. So eg helt, at tað mátti borið til, at tað við báti bundnum afturúr, kundi verið lagt at í Gásadali. Men sum vant, einki hendi.
Tað kundi verið áhugavert at fingið fram, hvat Gásadalsfólk hava goldið í frakt. Eg hugsi um alt tað, sum í míni tíð, eini 50-60 ár, er fraktað við báti av timbri, koli, sandi, tunnur við olju og mangt mangt annað, umframt alt ferðafólkið. Eg minnist, at tað kostaði 300 krónur at leiga ein bát.
Ein trøllanesmaður, ið var komin niðan av lendingini í Gásadali, segði seg ógvast við tað hann sá. Eingin bátadráttur, einki spæl at draga við, einki at leggja bátin at, einki at binda bátin í, steinurin, sum bundið varð í, var farin av briminum. Ræðuligt, ræðuligt, segði hesin maðurin, og tað er vorðið verri síðani tá. Hesin sami maður tók til, at hvørki Kunoy ella Húsar liggja verri fyri enn Bíggjar í mun til Sørvági, so teir pengarnir skuldu heldur farið til Gásadalstunnilin. Eg helt tað vera nógv fyri, at standa úti í Bø, hyggja út á fjørðin, síggja, hvussu bátarnir beint við drógu nógvan fisk, og ikki sjálvur kunna fáa í pottin at kóka, tí vegna tey vánaligu lendingarviðurskiftini noyddist báturin at liggja í Sørvági.
Snípan
Snípan kom og skuldi nú hava farleiðina til Gásadals um hendi. Tann gamli postmaðurin, ið var ein framskygdur maður, hann bygdi fjós í 1932 og súrhoyggjabrunn í 1933, segði: »hatta kemur ikki at ganga, hvat við mjørka, vindi, baksláttri við meira, og dýrt at flyta aftur og fram. Nei fái tunnilin ígjøgnum og síðani hol til Víkar, tá hava vit allarbestu og fínastu dyrkilendi og fitilendi til oksar og seyð«. Gásadalsfólk hava sannað orð gamla postmansins. Einaferð varð roynd at flyta seyð við Snípuni, so vítt eg veit bleiv hetta einasta ferðin. Tað var skjótt og lætt, men dýrt. Snípan er góð ferðast við, men tað er sum ein maður segði: »komi eg ikki í dag, so komi eg í morgin«. Tó, við Snípuni er verri statt, kemur hon, um illa vil til, ikki í dag, so kemur hon kanska fyrst í næstu viku og helst ikki um summarið, tá er fult til Mykinesar. Har er eisini Súlan. Eg havi verið úti fyri, at bílagt var til tveir mans við Snípuni. Komnir úr Havn til flogvølli, varð okkum sagt at Snípan fleyg ikki ídag, bara sum ellar. Mist arbeiðsinntøka, bilgjald v.m. Einki annað var at gera enn at taka posan á bakið, síðani til fjals til Gásadals, tann mista tíðin fekst ikki aftur. Hvat hevði tú sagt til slíka viðferð. Tann sum vil nakað í Gásadali í dag hevur tað torført. Tvær verkætlanir hava verið frammaliga, men báðar máttu sleppast vegna vánaliga sambandið. Við tunnli verða møguleikarnir nógvir, og vit vita um teir.
Annars hevur tað verið strævið, tá farið hevur verið á fjall á Víkar, serligani um heystið. Eg visti um ferðir, tá teir høvdu eina viku tilsamans frá Gásadali til Víkar, haðani aftur um fjallið til Gásadals og síðani til Sørvágs. At ganga um fjall frá Gásadali til Bíggjar á vetrartíð, er ikki einhvør førur fyri. Stormur, kavarok, gler og bratt hartil, tað er eitt Guds undur at ikki mannfall er har ofta. Men, tey ganga ikki kravgongu, rópa ikki í útvarpi, gera ikki um seg í bløðunum ella í sjónvarpi. Tað er ikki meir enn læknarnir kenna fólkið, uttan gjøgnum resept. Jú mín sann, mótið um tunnilsgerð er fallið. Hinvegin, kundu vit bert fingið eina borimaskinu frá SEV. So kom hol ígjøgnum og vit kundu flutt við vogni. Tað mátti kunna verið okkum unt.
Tummas Juel við Skipá