Góð samferðsla fremur økismenningina

? Í einum fiskivinnusamfelag er neyðugt at tryggja økismenningina, tí verður tað ikki gjørt, so er vandi fyri, at bygdirnar detta niður fyri, segði íslendski samferðsluráðharrin, Halldór Bløndall á tíðindafundinum, og hetta verður gjørt eitt nú við at betra samferðslumøguleikarnar

Íslendska samfelagið er eins og tað føroyska samfelagið bygt á fiskivinnuna. Og eins og her heima hjá okkum hava íslendingar merkt niðurgongdina í fiskivinnuni.

Men tað royna teir at bøta upp á eitt nú við bøttum samferðslukorum í útjaðarunum.

Hetta verður millum annað gjørt við at gera tunlar millum bygdirnar, soleiðis at fólk ikki flytur til størru plássini.

? Vit hava merkt, at tunnlarnir ikki bara verða brúktir til »einvegis« ferðslu, segði Halldór Bløndall smílandi.

Sambandið var vánaligt í útjaðaraøkinum, og tosað var um hvussu ein kundi betra liviumstøðurnar og um vinnumøguleikarnar hjá fólkinum, sum búði í útjaðaranum. Ein møguleiki, sumvar nevndur var, at útbyggja flogvøllin. Tá skuldi ein eldri maður hava tikið til, at tað var nóg mikið at útbyggja fráfaringarhøllina.

Henda útsøgn hevur tó víst seg at verða heilt við síðuna av.

Samstundis sum arbeitt verður við, at útbyggja samferðslumøguleikarnar, so verður eisini lagdur dentur á at geva ungdóminum lestrarmøguleika í øðrum økjum enn bara høvuðsstaðnum, segði býarstjórin á Akureyri.

Hann vísti eisini á, at teir høvdu góðar royndir, av kommunusamanleggingum, og tað er ein áhugaverd søga, tí fyri stuttum var ein dani í Føroyum, sum vísti á tað beint øvugta, at tað ikki bara var rætt.


Undirsjóvartunnilin meiri brúktur

Her heima verður nógv tosað um undirsjóvarsamband til Vágoynna. Á hesum øki hava íslendingar royndir, tí fyri ikki so langari tíð síðani tóku teir ein slíkan í brúk, hann er um Hvalsfjørð, og tær royndir, sum teir hava eru, at hann verður brúktur nógv meira, enn roknað var við.

? Tá vit fóru undir arbeiði vóru gjørdar nakrar útrokningar sum bygdu á eina ásetta ferðslumeting. Vit hava funnið út av, at henda útrokning var gjørd ov varisliga, tí at ferðslan er størri enn tað upprunaliga var roknað var við, sigur Halldór Bløndall.

Tunnilin er m.a. fíggjaður við bummpengum, og tann størra nýtslan av tunnlinum um Hvalsfjørð fer eftir øllum at døma at hava við sær eina lækking av kostnaðinum fyri ein túr.

? Vit kunnu í dag staðfesta, at avgerðin um at fara undir Hvalsførð við tunnlinum var røtt, og tí at hann verður brúktur nógv.

Finnbogi Arge sigur, at hetta er ein ábending um, at metingarnar hjá Vinnumálastýrinum um ferðslulopið í einum komandi undirsjóvartunnli um Vestmannasund er á eini góðari leið.

? Vit hava verið ógvuliga varnir tá vit mettu ferðslulopið, og sammeta vit broytingarnar í íslendsku tølunum við okkara, so sær tað heilt gott út. Tað er jú eisini meiningin tá ein ger eina kostnað-nyttu kanning, at hon skal byggja á varisliga mett tøl, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður