Jógvan Isaksen
Ætlanin er at skriva eina greinarøð um skaldsøgurnar hjá Williami Heinesen - og kanska um nakrar av stuttsøgunum við. Eitt bil - eitt ógvuliga stutt bil - hugsaði eg um at endurgeva úr føroysku týðingunum av bókunum hjá Williami Heinesen; bæði tí hesar í ein vissan mun verða brúktar í føroyska skúlanum, og tí at málið í greinunum so fór at verða meira einsháttað. Men, sum Eivind Weyhe einaferð segði við meg, hví vilt tú brúka málburðin hjá hesum ella hasum týðaranum, tá ið tú tað sama kanst brúka málið hjá Williami sjálvum? Í Williams føri er tað so, at málið er eitt av føroyskum litað danskt, og hetta eyðkennið hvørvur í umseting, og hartil kemur, at minni enn so allar týðingarnar standa mát, tá ið tað snýr seg um neyvleika. Tað er annars ein veikleiki, sum er gamal innan føroyska týðing, men seinnu árini er líkt til, at umsetarar yvirhøvur hava tikið betri partar fyri seg.
Um hetta at vera danskskrivandi føroyingur sigur William Heinesen í grein í Varðanum: »Eg eri føddur og uppvaksin í Føroyum, men havi danskt til móðurmál, og tá ið eg skrivi á føroyskum, kenni eg tað, sum royni eg at telgja við einum óhvøssum knívi: tað verður ongantíð annað enn eitt fátæksligt blaðmál uttan skaldsligt lív og flog. Málsliga eri eg so statt ikki »rót- ella ramanføroyskur,« ja, neyvan føroyskur yvirhøvur.
Men føroyskt mál og føroysk siðmenning hevur tó kortini - eins og lívið í Føroyum yvirhøvur - havt og hevur alsamt stóran týdning fyri meg, og av lyndi kenni eg meg sum Føroying. Støða mín er so statt ein undantaksstøða - málsliga, men neyvan mentunarliga«. (»Nøkur hugskot um asfalt mál og mentan«, Varðin nr. 34).
Lagnan lagaði tað so, at William Heinesen gjørdist føroyingur, sum skrivaði á donskum, meðan hann sjálvur syrgdi fyri, at hann bleiv av fremstu rithøvundum í norðurlendskum bókmentum.
Rithøvundur burturav
William Heinesen legði fyri við fýra yrkingasøvnum: »Arktiske Elegier og andre Digte« 1921, »Høbjergning ved Havet« 1924, »Sange mod Vaardybet« 1927 og »Stjernerne vaagner« 1930. Fyrsta savnið var nær skylt við symbolismuna frá 1890?unum, meðan tað seinasta sigur frá einari kosmiskari natúrkenslu, um somu tíð sum tilverunar kor verða sannkend - og yrkjarin hevur funnið sín sess á fold.
Akkurát hetta seinasta krevur pengar, og høvundurin segði, at hugskotið til at skriva »Blæsende Gry« fekk hann, tí at Nis Petersen hevði forvunnið sær gylt av pengum við tí drúgvu skaldsøguni »Sandalmagernes Gade« frá 1931. Nú ætlaði William sær at gera sama bragdið! Men gakk, føroyska skaldsøgan fekk ikki viðrák, og høvundurin mátti lata forlagnum »Levin & Munksgaard« málningar at doyva verkini av hallinum.
»Blæsende Gry« kom út í 1934, og er roynd at gera eina realistiska lýsing av føroyska samfelaganum ávegis frá landbúnað til fiskivinnu og handil. Tað er fitt av siðsøguligum tilfari í skaldsøguni, og hon sigur annars frá, hvat ið nýmótans fyribrigdir frá ferðagrammofonum til sektir kunnu gera um seg. Samanbrestirnir millum gamalt og nýtt eru ivaleyst tað mest spennandi í skaldsøguni og tað, sum vísir fram á leið í ritverki høvundans.
Tá ið forlagið, sum nú bara æt »Munksgaard«, eini 25 ár seinni skeyt upp, at bókin skuldi gevast út aftur, treytaði høvundurin sær, at hann slapp at endurskoða og broyta skaldsøguna. Í 1961 kom so tann viðgjørda útgávan av »Blæsende Gry«, har nógv av teimum villastu innskotunum vóru skorin burtur, har tað er minkað um tann átrúnaðarliga partin og samsvarandi vaksið um tann samfelagsliga. Hvussu nógv William Heinesen hevur strammað skaldsøguna sæst av, at útgávan frá 1934 er upp á 479 síður, meðan hon frá 1961 er upp á 225 síður. Tann nýggja útgávan er sostatt í vavi bara eina helvt av upprunaútgávuni.
Um fyrstu útgávuna varð sagt, at hon var stór í dygdum og í lastum, meðan seinna útgávan bleiv øðrvísi fagnað. Eg haldi meg í høvuðsheitum til »Blæsende Gry« frá 1961, men kortini so at samanburður verður gjørdur ímillum útgávurnar báðar.
Jørgen-Frantz Jacobsen metti ikki »Blæsende Gry« høgt og skrivaði tað til William Heinesen, sum gjørdist ikki sørt firtin. Í svarbrævi segði hann seg í framtíðini vilja sleppa undan viðmerkingum frá vinmanninum til sína skriving. Jørgen-Frantz svaraði, at grundin til atfinningarnar ikki var, at hann helt bókina vera so burturav vánaliga, men at hann var sannførdur um, at William megnaði at skriva eina nógv betri skaldsøgu enn hesa. Í samrøðu við Bjarne Nielsen-Brovst sigur William Heinesen:
»Jørgen-Frantz brýggjaði seg ikki um mínar skaldsøgur. Nei, Blæsende Gry brýggjaði hann seg ikki um. Eg skrivaði eisini ein sjónleik. Hendan helt hann vera ógvuliga, ógvuliga vánaligan. Hann kom aldrin víðari. Eg havi altíð verið umgirdur av strangum vinum, sum hava spilt so nógv sum til ber fyri meg« (»Det muntre Nord«).
William Heinesen fortelur somuleiðis, at vinmaðurin og lærumeistarin Otto Gelsted, sum hann aðrastaðni kallar sítt »universitet«, um »Blæsende Gry« segði, at hon var »en dødbagt kæmperoman«. Og so leggur William aftrat: »Gelsted var ein strangur harri«.
Ein tillagingartíð
»Blæsende Gry« er kollektiv skaldsøga - fyrra útgáva meiri enn seinna - har bygdarfólkið á tí lítlu oynni Trymø - eftir hetta nevnd Trymsoy - og teirra samband við stórplássini er »høvuðspersónur«. Byrjanarkapitlið eitur eftir oynni, og í tí verður fitt av fólkinum pallsett. Sambindingarliður er strokavættið Vitus, sum dugir at koma sær framat allastaðni, og afturfyri okkurt til matna og kanska innivist ber hann tíðindir úr øðrum bygdum. Tá ið Vitus kemur í oynna eru skipini farin til várfiskiskap, og tá ið skaldsøgan endar, stendur tann unga Gregoria og veittrar til Gotfred, sum kemur aftur av várfiskiskapi. Søgugongdin fevnir so statt um eitt drúgt ár.
Í útgávuni frá 1934 er frásøgufólkið í høvuðsheitum krógvað, meðan eitt alvitandi frásøgufólk ger vart við seg á teimum fyrstu reglunum í útgávuni frá 1961. Gongdin í náttúruni og framtíðin hjá mannabørnunum verður javnsett í líkum orðingum. Um náttúruna: »Løfte eller trussel? Ingen ved«. Um menniskini: »Fremgang eller undergang? Ingen ved«. Á henda hátt verður gjørt vart við, at mannalívið er grógvið saman við og treytað av náttúruni. Í sama brotinum verður sagt, at vit eru í eini broytingar- og tillagingartíð, har nýtt kemur í staðin fyri gamalt, og har gróðrarlíkindir tískil eru fyri ófriði.
Tað er vert at nevna, at hóast seinna útgávan av »Blæsende Gry« er stytt niður í eina helvt, so eru nakrar av teimum allarbestu náttúrulýsingunum hjá høvundanum lagdar aftrat sum inngangir til summi av kapitlunum.
»Blæsende Gry« hevur undirtittulin »Nutidsroman fra Færøerne«, og harumframt verður ymiskt tikið upp á tungu í skaldsøguni, sum ger, at hon kann tíðarfestast rættiliga neyvt. Tosað verður um, at fiskur verður turkaður í turkihúsum, og tað bleiv ikki av álvara tikið í brúk fyrr enn seinast í 20?unum. Somuleiðis er ætlanin at stovna ein Fiskibanka, og tað kann bara vera Sjóvinnubankin, sum kom í verðina í 1932. Og tá ið Sylverius hevur vitjan av nøkrum av oddafiskunum úr »bekendermenigheden« nevna hesir við andstygd eina nýggja rørslu: »Det var ikke nogen åndelig bevægelse, men en verdslig, og den var opstået blandt nogle unge brushoveder og ildesindende personer, der ville sætte skel mellem mennesker og hidse dem op mod hverandre. [...] Social-demokrater kaldte disse oprørere sig, et navn, der lød som kradsen af en klo«. Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1925 og kom á ting í 1928. Alt bendir soleiðis á, at vit eru stødd í seinnu helvt av 20?unum.
Leikum fagurt á foldum
Fyrsta kapittul sýnir pallin fram, meðan tey bæði næstu snúgva seg um brúdleypið millum Simonu úr Trymsoy og keypmannin Sylverius úr Norðvági. Beiggi brúðurina, Josva, pyntar saman við vinmonnum brúdleypshúsini, og í ovfarakæti fer hann at klintrast í berginum, har hann hongur millum himmal og hav. Fólk øtast og vilja vera við, at hetta er ólíkindaverk og at freista Várharra. Josva sleppur kortini snikkaleysur upp á slætt, men tað eru ikki bara vøkur orð hann fær oman yvir seg. At Josva hevur hug at líta deyðan inn í eyguni beint upp undir brúdleypið hjá systrini er ikki tilvild sæð í skaldskaparhøpi.
Í bókmentaverkinum hjá Williami Heinesen er brúdleyp eitt lívssymbol, ein løta, har tú kanst gloyma gerandisdagin og spenna teg út bæði so og so. Tað er somuleiðis eyðkent fyri skaldskapin, at tá ið lívið er upp á tað hægsta, so er deyðin næstur.
Lív og deyði verða gjøgnum alla skaldsøguna sett upp ímóti hvørjum øðrum, og deyðin er støðugt ein hóttandi veruleiki. Líka frá klintranini hjá Josva, um sorgarleikin við sluppini »Dumbarton«, sum gongur burtur, til Salomon skipsprestur doyr. Aftrat hesum kemur tann stóra plágan frá fyrru helvt av hesi øldini: teringurin. Men frá fyrstu byrjan verða lívssymbol sett upp ímóti týningini, og spurningurin er bara, um tey sleppa at mennast og ikki verða beitt av leið av bronglaðari sekterismu.
At giftarmálið hjá tí unga parinum ikki stendur mát við tað velduga brúdleypið er ein onnur søk. Tað kemur nevniliga undan kavi, at tann stóri og sterki reiðarin í mongum er ein bløka. Mamman fer við honum sum einum vøtti, og tann unga brúðurin fortelur vinkonuni, at hann ræðist alt. Systkinabarn reiðaran, tann vátligi Salomon, kallaður Skipsprestur, samanber hann við eina rabarbu: »Du er frodig og fredelig og rødmusset og saftig og nyttig og hurtigt voksende. Men skør!« Salomon sigur kortini ivandi, at tað er ikki óhugsandi, at skyldmaðurin kann mennast rætta vegin, men tá ið Sylverius stutt seinni, eftir at »Dumbarton« er gingin burtur, fer at halla ímóti teimum gudiligu, kallar Salomon hann Rabarbius! Metamorfosan er fullgjørd.
Men alt er kortini ikki Sylveriusar skyld. Í seinnu helvt av skaldsøguni viðgongur Simona yvir fyri sær sjálvari, at hon giftist Sylveriusi í hevnisøku. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og var forelskað í einum lækna, sum hon gav seg til, men hann vildi heldur hava eina aðra. Fyri at hevda seg játtar hon at giftast tí ríka Sylveriusi. Stórfingnasta brúdleyp, sum trymsoyingar nakrantíð hava verið í, átti aldrin at havt verið hildið, og tað gerst tí heldur ikki eydnusælt.
Tað seinasta, lesarin frættir um Simonu, er har sýslumanskonan, frú Skjoldhammer, spyr Vitus, um tað passar, at Simona er upp á vegin, og at hon krevur hjúnaskilnað, um barnið ikki verður doypt? Sylverius er nevniliga farin upp í játtarasektina, har tey brúka vaksnamannadóp. Tað sigst eisini, at Simona hevur koyrt vermammuna á dyr og sett forboð fyri, at trúboðarin kemur á gátt.
Sektir og sekterius
Hóast høvundinum ikki dámar játtarasektina og alt, sum hongur uppi við henni, so er hann heldur ikki ovurfegin um ta jánkasligu kirkjuna, og hesi bæði verða fleiri ferðir sett upp ímóti hvørjum øðrum. Samsvarandi dømi koma fyri seinni í skaldskapinum í »Den sorte Gryde« og »De fortabte Spillemænd«. Frægari verður tað ikki, at prestur er manio-depressivur og tískil dregst við paranoia.
Prestakonan verður positivt lýst burturav, og sagt verður, at tað er meiri lívgan og uggi við henni enn við mongum presti: »der udgik ligesom en hjælpsomhedens varme fra det gode timelige smil i hendes øjne«. Tað er tann menniskjaliga góðskan, ið hevur týdning og ikki øll lyftini um tað, sum hinumegin er. Gerandisdagurin, almindeligheden, sum William Heinesen seinni nevnir tað, er tað umráðandi. Tað tímiliga er tað avgerandi.
Prestakonan vísir við gerðum og hjáveru sína hjartagóðsku, meðan játtararnir tosa um lívið eftir hetta og annars gera sítt ítasta at kráma sum mest inn undir seg av tí, sum hesumegin er. Viðmerkingin hjá prestakonuni, at heidningarnir ikki altíð eru teir verstu, er nóg so sigandi.
Orðini »ov seint« hjá prædikumonnunum hoyrast ígjøgnum skaldsøguna sum eitt afturkomandi ekkó ella leiðarmotiv. Simona orkar tey ikki:
»Simona fik kuldegysninger af at høre på denne vedholdende og ubarmhjertige trusel: for sent, for sent. Hvorfor for sent? Det lød ondt og fattigt, som var denne deres frelser en lille nøjeregnende og smålig mand, der stod med uret i den ene hånd og den anden på dørvrideren. Kom så, kom så, lad det gå lidt rask! og så klap! For sent!«
Trúboðarin hjá játtarunum, Jóhannes Våg, er á ferð snimma og síðla, og niðurlagið er: kom í hesi stund, í morgin er kanska ov seint. Myndin av honum vísir lesaranum eitt illgrunavert lyndi:
»Johannes var ingen fremfusende mand, hans væsen var til daglig stilfærdigt, næsten forsagt, hovedet sad lidt skævt på hans hals, de lange, rene hænder var sjældent knyttet, men legede sagtmodigt med hinanden, de blå øjne kunne være mildere end nogen anden mands, man vidste om at sige. Men når han om aftenen stod under Sylverius? lygte, var han ganske som forvandlet, da blev hans blik luende, hans anråbende og klagende stemme gik gennem marv og ben...«
Lesarin sær eitt dupultmenniskja, ein dagsins Dr. Jekyl og ein kvøldsins Mr. Hyde, líkasum seinni Ankersen í »Den sorte Gryde«. Hóast Jóhannes Våg spennir seg út og leikar í, so loðar nakað fúnað við hann, sum um rot er komið í mergin. Sjálvur sigur trúboðarin seg hava syndað - tað gera allir trúboðarar - men ikki, hvør syndin er, og hon er tí fjald. Tá ið Vitus einastaðni hugsar um, hvørja synd trúboðarin kann hava framt, kemur hann til, at tað má vera: »ugifte mænds synd [...] Den, der kaldes selvbesmittelsen!« Hvussu víkur og vendir, so verður Jóhannes Våg lýstur sum lúnskur og óálítandi.
Gud og mammon
Sylverius hellir meira og meira til játtarafólkið, og ein sunnudagin koma oddafiskarnir hjá Stórfjarðarjáttarunum á vitjan:
»Disse frimenighedsfolk var alt andet end hængehoveder, det var livlige mennesker og handelsmænd, deres tale drejede sig om handel og vandel, om skibe og markedspriser.«
Játtararnir, sum siga seg seta tað næsta lívið hægst, tosa sjáldan um annað enn at forvinna pening í hesum lívinum. Undir steðginum siga fleiri av gestunum frá síni umvending, ímillum teirra bedingsmeistarin Klein. Hann hevði áður lisið nógv, og ein dagin, best sum hann situr og lesur í eini bók um tekniksins undur, hyggur hann upp og inn í sólina. Har sær hann ein kross, og hesin sólkrossur verður honum eitt tekin um, at hann skal umvenda seg: »Og siden havde han lagt alle bøger til side undtagen en: Den hellige Skrift [...] alt andet var verdslig tant, var hø og halm, der kun tjener til at kastes på ilden«.
Hugsanin hjá bedingsmeistaranum minnir stórliga um tað gitna dilemma, har kaliffurin Omar sum grundgeving fyri at brenna bókasavnið í Alexandria bar fram: 1. Um tað stendur tað sama í bókunum sum í Koranini, eru tær til onga nyttu; 2. Um tað stendur eitthvørt, sum víkur frá Koranini, eru tær skaðiligar. Í báðum førum eiga tær at verða brendar.
Ein skemtilig lýsing av deyðanum hjá Georg Brandes kemur fyri við borðhaldið heima hjá Sylveriusi:
»Ja, Georg Brandes sagde fru Forberg og fik et kogt udtryk i sine små runde øjne. Man havde jo hørt om denne hednings forfærdelige død! Han havde set den Onde stå ved sit fodgærde, og han havde i sin sidste stund bedt og skreget til den Gud, han gennem hele sit liv havde forfulgt. Men da var det for sent! Han døde under ubeskrivelige kvaler og blev sort over hele kroppen før han opgav ånden!«.
Við fráferðina hjá játtarunum verður tað í stuttum gjørt greitt, hvat teirra felagsskapur snýr seg um: »Gud velsigne Dem og Deres folk og Deres virksomhed på dette sted. Og kom så ved lejlighed og lad os tale om det fisketørringsanlæg«. Tað er Gud og mammon, tað ræður um, og ikki neyðturviliga í tí raðfylgjuni.
Fulltrúin hjá Sylveriusi, Bernhard Thomsen, kann ikki torga játtararnar og ger, hvat ið hann megnar at fáa arbeiðsgevaran hjá sær at halda seg burtur frá teimum, men til fánýtis. Stiknið hjá Bernhardi Thomsen stavar frá, at hann eitt skeið í Onglandi sjálvur var limur í sektini, men tá ið hann kemur fram á, »at en af de ivrigste af disse hellige svinepelse ... at han i sit private liv var en ækel lille buk, der gik og forførte sektens piger«, fer hann við andstygd úr samkomuni. Lesarin kann ikki lata vera við at seta upplivingarnar hjá Bernhardi í samband við Jóhannes Våg, sum tískil gerst guilty by association.
Slankir og frávik
Tað er ikki bara sum at siga tað, at greiða frá søgugongdini í »Blæsende Gry«, einahelst útgávuni frá 1934, har nógvir slankir saman við einum scenisku bygnaði fyri ein part forklára longdina. Hóast 1961-útgávan er so dyggiliga strammað, so følir lesarin kortini, at tað eru ov nógv síðulop. Eitt dømi er lýsingin av viðurskiftunum millum keypmannin Landrus og tann lata Torkil Timm, sum skal duga meira enn at mata seg. Keypmaðurin vil at Torkil Timm skal útleggja nakrar varningar, hann heldur seg hava fingið, og Torkil nýtir høvi at halda Landrus fyri rukku. Tað er bara tað, at mótsett seinni í skaldskapinum, har pátrúgv verður brúkt kvalitativt, so verður hon her brúkt kvantitativt. Í »Blæsende Gry« er tað yvirhøvur so, at tílíkar lýsingar liva við sítt egna lív, og lesarin ótolnast.
Eitt annað dømi er játtarafundur á Trymsoy, sum kann rættvísgerast við mótsetninginum millum kirkju og sekt, men lesarin hevur varhugan av, at søgugongdin kemur ikki úr stað. Líkaleiðis er við søguni um Elisabeth, sum vil ganga á sjónum. Nógvir av slankunum eru bara stuttligir, men teir hava hug at darva søgugongdini, so stígur kemur í. Somuleiðis koma persónar inn á pallin, eru har eina løtu, og so hvørva teir aftur. Summum fylgir lesarin ígjøgnum tað mesta av skaldsøgunum - til dømis Simonu - meðan aðrir, sum Elisabeth, bara koma fyri í løtum. Hesar lýsingar hava tað í felag, at tað er eins og tær eru ikki lidnar, at tær standa í hálvum gekki.
Lesarin verður stundum ørkymlaður av, at persónar, sum illa nokk eru umrøddir áður ella eru umtalaðir, uttan at navnið verður nevnt, at hesir persónar knappliga nevnast, eins og teir eru okkum meinkunnigir.
Sankta Vitus
Søgugongdin í »Blæsende Gry« og flytingin úr einum stað í annað hava í stóran mun Vitus sum sambindingarlið. Í fyrsta kapitli skal tann nýggi presturin út í Trymsoy, og flutningsmenninir bíða ótolnir, tí teir eru bangnir fyri at missa sjóvarfallið. Í evstu løtu kemur ein lítil skeggmaður við prukki og knýti rennandi og biðjur lova sær við. Tað er Vitus, hvørs málburður er so mikið gudiligur, at prestakonan spyr, um hann er deknurin í Trymsoy.
Navnið er ikki tilvildarligt. Vitus var ein pínslaváttur frá 4. øld, sum eftir harðliga píning bleiv dripin tann 15. juni, ið er vorðin hansara dagur. Um okkara Vitus akkurát er ein pínslaváttur er meiri ivingarsamt, men hann umboðar í mun til bæði sektirnar og Salomon, sum er rótleysur skeptikari, ta gomlu føroysku gudstrúnna. Hendan trúgv er lítillátin, og í henni býr ein vón um, at tað finst ein endalig rættvísa.
Vitus hevur ongar rættiligar inntøkur, men bjargar sær sum frægast við at bera tíðindir ímillum og við at syngja sálmar og vísur. Seinni - eftir ákoyring frá prestakonuni - fer hann at breyðføða seg sum ferðasølumaður, kortini í smáum. Um landastrokið, sum annars var ein partur av tí gamla samfelagnum, verður nú sagt, at hann er »gledet ind i tiden«. Fyri Vitusar part heldur hendan broyting ikki, og í endanum á skaldsøguni er hann farin aftur til sítt gamla lívslag, við bæði prukki, knýti og øllum. Tað rættlyndi og tann gudsótti, sum eru partur av Vitusar natúr, sampakka ikki við tað nýggja samfelagið, og hann vendir aftur til lagið, sum fyrr var.
Móti endanum á skaldsøguni kemur eldur í Hotel Welcome í Norðvági, og Vitus er vísur í, at tað er hansara skyld. Í fyrstuni krógvar hann seg ræðslusligin, men næsta morgun vil hann vera við, at hann hevur verið Guds amboð: »Herren havde vrededes over dette sted og udpeget sin ringeste tjener til at fordærve det og opbrænde det med ild«. Her er Vitus í modernitetinum, har hann av sekterikarum hevur lært, at allir viðburðir kunnu snarast til at vera Guds ætlan. Stutt seinni meldar hann seg kortini til sýslumannin og viðgongur seg sekan í eldáseting. Vitus vendir modernitetinum bakið og ber seg aftur at, sum fyrr í tíðini. Tað skal viðmerkjast, at eingin skilir Vitus, og fólk eru vís í, at okkurt annað man búgva aftanfyri. Tað er at kalla einki samband ímillum tey, sum liva í tí modernaða samfelaganum og tey, sum eru vorðin verandi í tí gamla. (Vit kenna hendan trupulleikan aftur úr »Feðgum á ferð« hjá Heðini Brú).
Drykkjumaðurin og tann at síggja til í allar mátar glataði Skipsprestur er í støðum moralskt málgagn hjá høvundinum, og ofta er tað Vitus, hann skiftir orð við. Skipsprestur vanvirðir játtararnar, so Vitus stendur sum kánus, tá ið hann frættir, at hann er farin uppí sektina. Tann »umvendi« fortelur stutt eftir Vitusi, at tað er tí hann er blivin forelskaður í evangeliigentuni Rebekku, at hann gongur á møtini hjá játtarunum: »En besynderlig forrykt form for stævnemøde, hvad?«
Í útgávuni frá 1934 eitur Salomon skipsprestur Morberg sakførari, og tað er eingin ivi um, at fyrimyndin er Janus Djurhuus. Grundin til, at navn og starv eru broytt í seinnu útgávuni, er nettupp fyri at flyta seg burtur frá tí eyðsýnda íblástrinum. Men Janus ger kortini vart við seg í tekstinum. Tá ið Vitus vísir Skipspresti bengalskar kyndlar, hann hevur at selja, sigur hesin ovfarin: »Gode vætter kommer ilende fra alle kanter og bringer dig milde gaver«. Í yrkingini »Til Próst Hammershaimb« er hendan átøka reglan: »mildar veittrar tendraðu ein vita«. Munur er kortini á vitum! Annar tendrar Føroyum »stjørnuleið frá øld til øld«, meðan hin er stakkalastás á einum hotellkamari, men tað er akkurát samansetingin av háfloygdum orðum og fátæksligum umhvørvi, sum ger myndina skemtiliga.
Gud er góðska
Vitus og Skipsprestur rýma undan eldinum í Hotel Welcome og leita sær skýli í einum gróthúsi, har teir drekka genever og skifta orð. Skipsprestur sigur við Vitus:
»Når du gør dit livs regnestykke op, hvad er der så tilbage af alle værdier undtagen en lille håndfuld godhed, du har sanket som af vanvare, mens du var optaget af andre ting!
Gud er godhed, indskyder Vitus.
Godheden er Gud, retter Skibspræsten«.
»Gud er góðska« rættað til »Góðskan er Gud« er ein týðandi orðadráttur um áskoðanir - ikki bara í »Blæsende Gry«, men í skaldskapinum sum heild. Danski bókmentamaðurin Niels Birger Wamberg spurdi einaferð William Heinesen, um tað ber til at halda, at tað góða sigrar og tað ónda hvørvur:
»Nei, tað hava vit onga grund til at halda, men vit kunnu kortini vóna, at tað góða í hvussu er á summum avgerandi økjum sigrar, og tað er jú altíð til staðar sum ein møguleiki, og í tí møguleikanum síggi eg lívsins ætlan, tilverunar ætlan: tað er sigurin hjá tí góða. Ikki ein endaligur sigur, tí hann kemur jú aldrin. Men á sínum økjum, til sínar tíðir, merkir tú, at tað góða vinnur á tí ónda, um tað er einum loyvt at brúka hendan eitt sindur teologiska málburðin«.
Næsta morgun kemur Vitus fram á Skipsprest, har hann liggur við andlitinum undir í vatni í ánni. Druknaður. Í fyrstu atløgu heldur lesarin, at hann hevur verið fyri einum óhappi, hann var jú deyðadrukkin, men verður hugt nærri at samrøðuni við Vitus, er mangt sum bendir á sjálvmorð. Skipsprestur sigur, at tað hevði verið stuttligt at ímynda sær, at tað vóru fimm halgir kongar og ikki bara tríggir, men teir báðir seinnu eru vilstir av leið í eitt gróthús, har tað hvørki er barn ella krubba. Annar av hesum kongum eitur Vitus, og um hin sigur hann: »Den anden konge, hans navn er Salomon, med tilnavnet: den forlængst druknede, men endnu stadig i stranden ihærdigt vaskende«. Í veruleikanum er hann deyður fyri langari tíð síðani, men skolar aftur og fram við flóð og fjøru. Seinasta myndin av Skipspresti á lívi líkist eini fyriboðan:
»Skibspræsten sukker og gentager endnu engang salmens ord: Thi mine dage svundne er, som røg i luften farer sagte hen. Han er begyndt at blive stivdrukken, hans tale bliver stadig mere mørk og utydelig. Han mumler som i søvne, og det drejer sig hele tiden om døden og dommen og den store tomhed, der vil indtræde når både Gud og Djævelen og livet og evigheden er borte, og der kun er en lille håndfuld godhed tilbage ... som en svagt lysende, næsten ikke synlig, men uforgængelig plet i mørket«
Salomon skipsprestur trýr upp á góðskuna, men hann trýr ikki uppá, at hann sjálvur kann vera til nakað gagn, og haraftrat hevur hann oytt tað lív burtur, sum øll á hansara ungu árum høvdu so stórar vónir um. Illa sperdur veit hann sær bara eini ráð.
Framtíðarvón
Haraldur bóndi og konan umboða tað gamla samfelagið og tað so dyggiliga, at tey hvørki megna ella vilja laga seg eftir teimum nýggju umstøðunum, og tað kemur at standa teimum dýrt. Einkardóttirin gerst løgin og doyr, og henni á baki træna foreldrini burtur av verðini. Í hinum endanum hava vit játtararnar, láturverjar fyri puritanismu og pengum. Men, sum í øllum skaldsøgunum hjá Williami Heinesen, koma persónar fyri, sum umboða vónina um eina dygdargóða framtíð fyri mannabørnini. Í »Blæsende Gry« eru tað tann stórsinnaði Gotfred og gentan hjá honum, Gregoria, sum eisini eru ein váttan av tí, sum Skipsprestur sigur við Vitus: »Ungdommen og forelskelsen er det eneste, der gør livet værd at leve«.
»Blæsende Gry« er í mangar mátar ein góð skaldsøga, men hon er ikki á sama støði sum tær seinnu bøkurnar hjá høvundinum. Frásøgnin er væl bótað, men tað er saknur í tí kynstriga, ið eyðkennir skrivingina hjá Williami annars. Aftur fyri koma temuni, ið sermerkja skaldskapin, at kalla øll fyri her: lív, deyði, føðing, brúdleyp, góðskan sum veruleiki o.m. Tá ið tað snýr seg um góðskuna, skal tað at enda gerast vart við, at tað ikki er tað umhugsaðu góðskuna, høvundurin hevur í tonkunum, men ta óbidnu, natúrligu góðskuna.