Tey 19, sum fríggjadagin vórðu tikin til gísla í Sahara-oyðimørkini í Egyptalandi, eru nú latin leys. Tað vóru 11 ferðafólk og 8 egyptisk hjálparfólk, sum fríggjadagin vóru tikin til gísla, men Reuters skrivar í kvøld,at øll eru latin leys.
?Tey eru leyslatin, og øll hava tað gott?, segði egyptiski uttanríkisráðharrin Admed Aboul Gheit beint undan einum fundi, sum hann skuldi hava við amerikanska uttanríkisráðharran Condoleezza Rice í New York í kvøld.
Ahmed Aboul Gheit segði, at tað vóru yvirgangsmenn, sum framdu gíslatøkuna.
Sambært Reuter´s kravdu gíslatakarnir 45 milliónir í loysigjaldi.
Gíslatøkan varð framd fríggjadagin í útsynningspartinum av Egyptalandi, gíslarnir vóru fluttir til Sudan. Gíslarnir vóru fimm týskarar, fimm italienarar, ein rumeni og átta egyptar, egyptarnir vóru hjálparfólk hjá ferðafólkunum.
Egyptiski ferðamálaráðharrin, Zoheir Garrana hevur sagt, at mynduleikarnir hoyrdu um gíslatøkuna, eftir at ein týsk kvinna varð uppringd av manni sínum. Hann segði, at hann saman við øllum ferðalagnum var tikin til gisla.
Enn er einki sagt um, hvussu er við loysigjaldinum, sum gíslatakarnir kravdu fyri teir 19 gíslarnar.