Góð stuðulskonsert í REX, hóast sjúkrameldingar

Stuðulskonsertin í REX fyri "Ì menniskjum góður tokki" hevur verið rakt av nógvum sjúkrameldingum. Hóast hetta, so hevur stuðulskonsertin eftir umstøðunum gingið væl, har tónleikararnir hava tikið eitt størri tørn, fyri at fylla út tómrúmið, sum er uppstaðið í skránni, tá nøkur hava meldað seg sjúk.

 

Fyrr í kvøld vóru vit og vitjaðu stuðulskonsertina. Har prátaðu vit við Bárð á Lakjuni, Jákup Eli og Niels Una Dam, sum er ein av fyrireikarunum, umframt at skulla framføra við MC Hár til stuðulskonsertina.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Bárð á Lakjuni, Jákup Eli og Niels Una Dam undir greinini.

 

Undir greinini ber eisini til at síggja og hoyra eina framførslu hjá Bárði á Lakjuni.