GÍ tapti í Split

GÍ var hóskvøldið á torførari uppgávu í Split. Kroatiska stórfelagið vann dystin 3-0, eftir hálvleikstøðuna 1-0. Okkum hevur ikki eydnast at fingið samband við GÍ-leguna, og tí er ikki okkum greitt, hvussu leikur fór fram í Split.

Einasta, vit vita er, at endaliga úrslitið gjørdist 3-0, og á heimasíðuni hjá UEFA stendur ikki meir enn hvør hevur skotið málini hjá heimaliðnum.

Dysturin í tølum:
Hajduk Split-GÍ 3-0 (1-0)
1-0 Dolonga
2-0 Pletikosa (br)
3-0 Dranja

Gí: Hallur Hansen, Bartal Eliassen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen, Súni Olsen, Jóan Petur Olsen( Áslakkur Petersen), Magni Jarnskor(Gidek Janik), Hans Pauli Petersen, Kryzstof Popczynski(Súni Fríði Johannesen), Henning Jarnskor