Gøtukvinnur á triðja plássi

Heidi Heinesen hevur skotið fýra av í alt fimm málum, sum gøtukvinnur hava fingið í endaspælinum

Við øðrum sigrinum í trimum dystum í endaspælinum, hava gøtukvinnur kanska heldur óvæntað vunnið seg á eitt triðja pláss í bestu kvinnudeildini. Sunnudagin hevði GÍ vitjan av uppflytarunum av Skála, og heimaliðið vann 2-1, eftir 2-1 í hálvleikinum.

Gí kom tíðliga á odda í dystinum, og var tað framherjin, Heidi Heinesen, sum fekk seinasta fót á. Undan dystinum ímóti Skála, hevði sama Heidi Heinesen skotið tvey av í alt trimum málum, sum gøtukvinnur hava fingið í endaspælinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaðu skálakvinnur eftir hornaspark, og málið átti Anna Berg Danielsen. Tað kom eittans mál afturat í fyrra hálvleiki, og aftur hesaferð var GÍ-framherjin, Heidi Heinesen, sum var á blettinum. Hennara fjóðra mál í endaspælinum í ár.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, og bæði liðini høvdu royndir á málini. Kortini komu ikki fleiri mál í dystinum, og endaliga úrslitið gjørdist sostatt 2-1 til heimaliðið.

Liðini hvør sín veg
Við sigrinum um vikuskiftið eru gøtukvinnur at finna á triðja plássi, meðan Skála framvegis er á niðasta plássinum.

GÍ-kvinnurnar hava bert leikt tríggjar dystir, tí dysturin ímóti B68 seinasta mikudagin varð útsettur. Vinna gøtukvinnur dystin ímóti B68, so kunnu tær so smátt byrja at droyma um at fáa heiðursmerki.

Komandi vikuskiftið hava gøtukvinnur eina sera torføra uppgávu, tær skulu leika ímót avgjørda oddaliðnum KÌ í Klaksvík, og hetta verður helst ein sera møtumikil uppgáva hjá GÍ-kvinnunum.

Skála hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í endaspælinum, og skal liðið framhaldandi hava ein sess í bestu kvinnudeildini, so skal vend koma í gongdini. Komandi vikuskiftið fáa tær so møguleikan at venda gongdini, tá Skála far vitjan av HB-kvinnunum.

Dysturin í tølum:
GÍ-Skála 2-1 (2-1)
1-0 Heidi Heinesen
1-1 Anna Berg Danielsen
2-1 Heidi Heinesen