Góður útisigur til Fremad Amager

Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá Fremad Amager fyrr í kvøld vann í Hvidovre

 

Heini Vatnsdal var við frá byrjan og spældi dystin á tamb, tá Fremad Amager í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini vann 2-0 á útivølli ímóti Hvidovre. Fremad Amager var á odda 1-0 í steðginum.

 

Fremad Amager er nú aftur á einum uppflytingarplássi í uppflytingarbólkinum í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini. Fremad Amager er nummar tvey í deildini við 23 stigum. AB er nummar eitt við 24 stigum. Frem er nummar trý við 22 stigum, og Nykøbing er nummar fýra við 21 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í næstbestu fótbóltsdeildina.

 

Næsti dysturin hjá Fremad Amager verður á heimavølli í Sundby, tá Thisted FC vitjar.