Gávugóðs til ung listafólk latið týsdagin

Hátíðarhald í Hoydølum og tvær handanir

Unga skrivandi listakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir, fekk gávugóðsið í 2020 - Privatmynd: Jógvan Thomsen

Týsdagin 8. februar verður gávugóðs latið ungum listafólkum úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Korona hevði við sær, at einki tiltak var í fjør, og tí verða tvær handanir í ár, ávikavist fyri 2021 og 2022.

 

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunsins er arvur eftir Thorvald Poulsen av Steinum, garðyrkismann. Ein trímannanevnd við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og forkvinnuni í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.

 

Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og umboð fyri rektaran á Fróðskaparsetrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

 

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í Nýggja húsi í hølunum hjá LISA í Hoydølum týskvøldið 8. februar kl. 19.30. Umframt tvær handanir eru røður, tónleikur og ábit á skránni. Knút Háberg Eysturstein, Mattias D. Kapnas og Per Ingvaldur Højgaard Petersen fara at spæla. Gávugóðsið er 35.000 kr. og verður latið saman við heiðursbrævi.

 

Lesið meira um, hvør áður hevur fingið gávugóðs úr grunninum, her.

 

Unga skrivandi listakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir, fekk gávugóðsið í 2020 - Privatmynd: Jógvan Thomsen