Gabriel og Jolina gullbrúdleyp

Í dag, 3. desember, hava hjúnini, Gabriel og Jolina Hansen í Nólsoy, gullbrúdleyp.

Borðhaldið, har dekkað er til 250 fólk, verður á flakavirkinum úti undir Klivum, og síðan verður kaffi og dansur í Royndarhúsinum.
Gestirnir fáa fekst lambakjøt, suppu og risalamande, og nógv er gjørt burtur úr, at fólk skulu føla seg væl.
Gabriel og Jolina eru tvey kend andlit í Nólsoy. Vit kunnu av røttum siga, at tey eru ein fastur táttur í bygdamyndini, nú tey bæði eru farin um tey sjeyti.
Tey hava havt handil í mong ár, fyrst í kjallaranum, har tey búgva, og fyri longu nógvum árum síðan lótu tey nýggjan og stóran sjálvtøkuhandil byggja úti á Nýggjaveg.
Gabriel hevur eisini umboðað Statoil í Nólsoy í fleiri ár.
Vit kunnu siga, at handilsvinnan lá í blóðinum, tí forfedrarnir høvdu handil og fiskakjallara, har bátafiskur varð saltaður til útflutnings.
Vit ynskja Gabriel og Jolinu við familju ein góðan gullbrúdleypsdag, nú tey hava staðið saman sum hjún í samfull fimti ár.