Gaddafi fer ikki frá

Libyska stjórnin vísir aftur øllum tosi um, at Muammar Gaddafi skal leggja frá sær. Tað fekk russiski sendimaðurin Mikhail Margelov at vita, tá hann hitti libyska forsætisráðharran, Baghdadi al-Mahmudi, í dag.

Russiski sendimaðurin sigur, at hann fekk at vita, at stjórnin í Tripoli hevur tingast við leiðsluna hjá uppreistrarmonnunum.

-Al-Mahmudi segði mær, at fundirnir hava verið í París, og at teir endaðu í gjár, sigur Margelov við russisku tíðindastovuna Itar-Tass. Sambært sendimanninum var franski forsetin, Nicolas Sarkozy, vitandi um tingingarnar og úrslitið av teimum.

-Hetta merkir, at partarnir tosa saman, ella tað er í hvussu er tann uppfatanin, sum stjórnin í Tripoli hevur, sigur russiski sendimaðurin

við Itar-Tass. Hann hitti ikki Muammar Gaddafi.