-Eg fari ongantíð úr Libya. Eg ætli mær at doyggja sum pínslarváttur. Eg havi einki forsetastarv, sum eg kann siga frá mær. Tí eg eri kollveltingarleiðari, segði libyski einaræðisharrin, Muammar Gaddafi, í einari drúgvari røðu í almenna sjónvarpinum seinnapartin.
Í røðuni lýsti Gaddafi mótmælisfólkini sum ungdómar, sum eru ávirkaðir av rúsevnum. Hann segði, at mótmælisfólkini eru ikki ektaðir libyar, men bólkar, sum lata seg tøla av útlendskum kreftum.
-Tey endurgera tað, sum er hent í øðrum arabiskum londum. Hetta eru brotsmenn, rottur og leigusveinar, sum ikki umboða tað libyska fólkið, segði Gaddafi. Samstundis ávaraði hann mótmælisfólkini:
-Eg havi ikki brúkt makt enn, men gerst tað neyðugt, fari eg at brúka makt, segði libyski leiðarin og gav herinum og løgregluni boð um at berja uppreisturin niður. Samstundis siga tíðindastovurnar, at minst 233 fólk eru deyð, síðani ófriðurin byrjaði Libya.
Fleiri libyskir diplomatar kring heimin hava vent Gaddafi-stýrinum bakið. Eitt nú sendiharrin í ST, sendiharrin í USA, sendiharrin í Kina og diplomatarnir á libysku sendistovuni í Svøríki.