Gaddafi-viðhaldsmenn gera um seg

Viðhaldsfólk hjá fyrrverandi libyska leiðaranum Muammar Gaddafi hava tikið ræðið á fleiri týðandi umráðum í býnum Bani Walid, sum var ein av háborgunum hjá Gaddafi. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP.

Sagt verður, at fleiri vápnaðir bólkar søktu at býnum í dag, og at teir hava eftirlit við fleiri týðandi pørtum av býnum nú. Borgarstjórin í Bani Walid sigur, at álopsmenninir vóru millum 100 og 150 í tali, og hann leggur tað tjóðskaparliga skiftisráðið undir at hava svikið fólkið í býnum.

-Vit eru farin úr øskuni í eldin, og vit hava ávarað um hetta teir báðar seinastu mánaðirnar, sigur borgarstjórin.