Nýggi Gadus er í dag farin úr Turkalandi ta longu leiðina heim til Klaksvíkar

Gadus verður í Klaksvík annan sunnudag

Nýggi Gadus hjá JFK er í dag farin av Tersan skipasmiðjuni í Altinova í Turkalandi við kós ímóti Klaksvík

 

Nýggi Gadus er í dag farin úr Turkalandi ta longu leiðina heim til Klaksvíkar

Tað sæst á tænastuni MarineTraffic, sum vísir, hvar skip eru. Ætlandi verður skipið ávegis til Føroyar fyrst í komandi viku.

- Við yvirtøkuni av Gadus er allur Barentshavsflotin skiftur út, og tað er eitt nýbrot, at framyvir verður alt tikið í land. Hetta fer at hava við sær munandi virðisøking og betri úrtøku, segði reiðaríið JFK Trol í síðstu viku.

- Høvuðsmotorurin er tann nýggjasti og grønasti hjá Wartsila. Hann er 9.950 HK og tann nýggjasti “W31” hjá Wartsila og tann mest orkusparandi av medium speed motorunum, sum teir verða róptir. 

Skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av Co2 verður minkað mest møguligt. Hjálpimotorarnir eru av slagnum Yanmar, sum eisini hava katalysatorar fyri at minkað um Co2 útlátið.

Í JFK-reiðarínum vísa tey á, at atlit eisini eru tikin til larm, tá skipið er í havn. 

 

##med2##

Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju.

Skipið hevur el-spøl frá Brattvåg/Kongsberg. Eisini tey gera skipið grønari.

##med3##

 

- Nógv er gjørt fyri trivnaðin hjá manningini. Umborð er fitnessrúm, sauna, hitapottur og kykmyndarúm. Øll manningin hevur einakamar, og tilsamans eru 32 kømur, umframt  sjúkrakamar.

Nýggi Gadus er 88,1 metrar langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.

- Kostnaðurin fyri nýggja Gadus fer at liggja um 450 miljónir krónur.

 

Nýggi Gadus er í dag farin úr Turkalandi ta longu leiðina heim til Klaksvíkar

Í løtuni er Gadus komin í Egeahavið, sum er havið millum Grikkaland og Turkland. Síðani skal hann sigla gjøgnum Miðarhavið, áðrenn hann kemur út í Atlantshavið

Her sæst drúgva leiðin úr Turklandi til Klaksvíkar