Aftur í ár verður skipað fyri einum forvitnisligum fótbóltsdysti í Nólsoy á ovastevnu. Liðini, ið dystast á fótbóltsvøllinum í Nólsoy, eru nevniliga mannað við føroyskum tónleikarum.
Liðini eru býtt soleiðis, at útvaldir tónleikarar yngri enn 30 ár spæla ímóti eldri tónleikarum, ið eru farnir upp um 30-ára-markið.
Í fjør tapti eldra liðið 6-12 móti teimum yngru, og tí ætlar Terji Rasmussen, ið saman við bassleikaranum Arnold Ludvig er venjari hjá teimum eldru, at fáa uppreisn.
- Vit taka hendan dystin í ramasta álvara. Vit eru væl upplagdir og hava lagt taktikk alla vikuna, sigur Terji Rasmussen, ið sjálvur er búsitandi í Nólsoy. Og møguleikarnir at fáa eitt betri úrslit í ár tykjast vera til staðar. Eldra tónleikaraliðið hevur nevniliga megnað at fáa gamla HB-málrevin Una Arge afturat sær. Eisini verður HB-veteranurin Jóannes Jacobsen við. Harumframt kemur tangentleikarin Regin Guttesen – ein gamal bóltsnillingur, sigst– at manna eldra liðið í ár. Eyðun Nolsøe verður eisini við – sum leikari á eldra liðinum, sjálvsagt.
Flúgvandi útskiftingar
Yngra liðið av tónleikarum skal kortini ikki undirmetast. Leikandi venjari er trummuleikarin úr Deja Vu, Rúni Højgaard. Hann hevur royndir sum AB-málmaður, og sum skilst, stóð hann ein branddyst í fjør og var ein av orsøkunum til, at yngru tónleikararnir vunnu. Ein annar tónleikari, ið spælir við yngra liðnum á lítla fótbóltsvøllinum í Nólsoy leygardagin, er gamli B36-leikarin og nú bassleikarin Mikael Blak, ið sigst vera ein sera dugnaligur miðvallaleikari.
Níggju leikarar verða á hvørjum liði. Dysturin er styttur nakað. Hvør hálvleikur er ein hálvan tíma, og talan verður um flúgvandi útskiftingar. Hetta er kanska ikki so býtt, tí sum skilst, vórðu fleiri fiburskaðar í fjør.
Ætlanin við dystinum er at geva áskoðarum møguleika at síggja føroysku tónleikararnar úr einum øðrum sjónarhorni. Arbeitt verður eisini við at fáa ein frásøgumann at gera viðmerkingar frá síðulinjuni.
Dysturin verður leygardagin kl. 16, og tað er ókeypis atgongd.