Thormund Johannesen, Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc.
----
Síðani fiskimarksútflytingarnar í sjeytiárunum, hava vit mist so gott sum øll okkara fiskirættindi á fjarleiðum. Onkur søguliga vunnin rættindi hanga tó við enn, men í flestu førum veiða okkara langfaraskip sambært avtalum við onnur lond, har vit lata tilfeingi í heimasjógvi í býti.
Sigast kann sostatt, at okkara vælferð í mestan mun er grundað á tað heimliga fiskatilfeingið. Treyðugt so, aðrar vinnur, sum til dømis alivinnan og útisiglarar geva eitt íkast, og oljuvinnan kann, um hepni er við okkum, geva eitt íkast afturat, men tað verður ikki nøkur varandi inntøka.
Samanumtikið má heimliga fiskatilfeingið kunna sigast vera nógv tann størsta og drúgvasta keldan til vælferð ella livilíkindi á hesum oyggjum, og verður tað ivaleyst nógv ár fram í tíðina.
Men fáa vit nokk burturúr hesum okkara mest týðandi tilfeingi?
Onkursvegna hepnast tað okkum munandi betur búskaparliga, at fiska fremmant fiskatilfeingi í býti við okkara heimliga. Tað eru góðu úrslitini hjá langfaraskipunum talandi dømi um.
Hví man so vera, og er munur á, hvussu fiskiskapur verður skipaður her heima, og har okkara langfaraskip fiska?
Jú víst er munur á. Eitt langfaraskip far vanliga tillutað eina kvotu, og síðani kann viðkomandi reiðari sjálvur leggja til rættis, hvussu hann fær hendur á hesi kvotu, næstan uttan avmarkingar yvirhøvur.
Við rættindum at fiska í heimasjógvi verða heilt aðrar treytir settar. Tú fært ikki lutað ein kvotu, men í staðin álagdar avmarkingar í dagatali, skipastødd, motororka, fiskileið, veiðireiðskapi, fiskahagreiðing og sølu.
Ein so stór frælsisskerjing í vinnulívssamanhangi setur sjálvandi síni spor, og tey síggjast týðiliga í vánaligu búskaparligu úrslitunum hjá heimaflotanum.
Tað seinasta nýggja er, at tann veiðuorka, skipum er tillutað, skal brúkast upp (brúksskylda), annars verður hon skerd. Eitt tiltak, sum gongur beint ímóti øllum sunnum vinnulívssjónarmiðum, at orkan skal minimerast. Men hvat? Ein sjúk skipan má elva til sjúkligar atgerðir.
Slík darvandi politisk yvirstýring av okkara heimaflota, er størsta orsøk til syndarligu búskaparligu úrslitini hjá heimaflotanum seinastu mongu árini.
At tað nú eisini skal leggjast eitt politiskt ásett tilfeingisgjald á hesa vinnu, sum ongantíð, síðstu mongu árini, hevur framleitt nakað, sum líkist tilfeingisrentu, tíansheldur givið nøktandi úrslit, er steinur omaná byrðu.
Størsta uppgáva politikaranna í dag, er, fyrst av øllum, at loysa vinnuna, ið troytir okkara størstu og drúgvastu keldu til vælferð í hesum landi, úr teim mongu darvandi høftum, sum fiskidagaskipanin leggur á hana, soleiðis, at hon fær virkað effektivt, og sambært marknaðartreytum.
Ta stund, henda vinna fær tað neyðuga frælsi, at virka og mennast, og tað gerst best undir eini kvotaskipan, uttan áðurnevndu avmarkingar, verður hon eisini ment at bera eitt tilfeingisgjald, men fyrstani tá; og best hevði eisini verið, um hettar gjald ikki var politiskt ásett, men at vinnan sjálv ásetti gjaldið í fríari kapping um kvoturnar.
Hóast frælsu marknaðarkreftirnar koma at kosta arbeiðspláss í fiskivinnuni, vil økta lønsemi skapa onnur nýggj arbeiðspláss.
At tað letur seg ikki gera, at skipa fiskiskapin undir Føroyum sambært eini kvotaskipan, er ein so nógv tanlað lygn, at hon fyri mong hevur fingið sannleiksvirði, hóast EU, Noreg, Russland og Ísland øll fiska sambært kvotaskipan undir Føroyum, sum býti fyri okkara rættindi (eisini kvotur) í teirra sjógvi.
Útblaking nýtist ikki at vera nakar trupulleiki í eini kvotaskipan. Vit kenna søguliga lutfallið í veiðu millum tosk, hýsu og upsa, og kvotur kunnu saktans ásetast við atliti at hesum lutfalli, tí, kann hettar býti góðtakast undir eini fiskidagaskipan, hví so ikki eisini undir eini kvotaskipan?
Allur fiskur kann eisini krevjast tikin til lands, og tann “ólógliga" veiddi parturin avroknaður, so hann hvørki er viðkomandi skipi til fyrimuns ella vansa.
Tað veldst um skilagóða gagnnýtslu av okkara fiskatilfeingi, um livilíkindi framhaldandi skulu vera á hesum oyggjum.
Tann fiskur, sum veiddur verður, lítið ella nógv, alt eftir hvussu stovnarnir eru fyri, má veiðast so effektivt og bíligt, sum til ber, við minst møguligari avmarking og politiskari yvirstýring, annars býðst ikki bøtur.
At vit fáa ov lítið burtur úr á heimaleiðunum, skyldast í nógv størri mun ófrælst og inneffektivt fiskarí, enn vánaliga stovnsrøkt.