Smyril skal nú til eftirlit. Dokkingin av Smyrli verður mett at taka umleið 4 vikur.
Avloysaraskipið Galaxy hevur ligið á Krambatanga eina tíð, og ymsar klárgeringar eru farnar fram. Í dag byrjaði Galaxy í sigling um Suðuroyarfjørð.
Ætlandi røkir Galaxy farleiðina millum Havnina og Krambatanga frá 22/4 til 15/5.
Serstøk ferðaætlan er fyri Galaxy, ið hevur longri um túrin, enn Smyril. Túrurin tekur nú 2 tímar og 20 minuttir, og Galaxy siglir færri túrar enn Smyril.
Ferðaætlanin hjá Galaxy sæst inni á ssl.fo.