Galaxy loysti av Krambatanga klokkan 15 seinnapartin, men siglir í løtuni vestanfyri, og verður túrurin tí longri, og væntast Galaxy at koma á Havnina umleið klokkan 19.
Greitt er, at farið verður ikki suður aftur í kvøld. Strandferðslan sigur m.a. soleiðis á heimasíðu síni:
Nú líkindini ikki eru tey bestu at sigla suður aftur í kvøld, er avgjørt at tillaga túrin suður eftir sjóvarfallinum, og sostatt verður siglt av Havnini fríggjamorgunin kl. 06:00, og eftir ætlan verður siglt av Krambatanga til Havnar kl. 10:00.
Møguleiki er hjá ferðafólki at gista umborð á Galaxy í nátt og verða ferðafólk biðin um at seta seg í samband við tænastuleiðaran umborð á tlf. +298 29 30 46, har tey kunnu bíleggja sær kamar og eisini fáa kunning um máltíðir umborð.
Kunnað verður støðugt á heimasíðuni um hvussu støðan er, sigur ssl.fo.