Galskapurin er bæði ræðandi og dragandi

- Í psykiatriini eru menniskju, hvørs lagna er hart rakt. Men eg trúgvi, at eg við mínum fakligu førleikum og míni orku til at halda út saman við teimum kann gera ein mun í teirra lívi. Tí er psykiatriin fyri meg eitt týdningarmikið og meiningsfult stað at arbeiða, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur

Síðani Rigmor Napoleonsdóttir Arge bleiv útbúgvin sálarfrøðingur í 2004, hevur hon starvast í psykiatri og hevur í høvuðsheitum arbeitt við svárari sálarligari líðing. Tey fyrstu 4 árini arbeiddi Rigmor sum kommunusálarfrøðingur og seinni í Distriktspsykiatrini í Noregi. Frá síðst í 2009, tá hon flutti heim til Føroya at búgva, hevur hon starvast á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Í Noregi arbeiddi Rigmor í stóran mun tvørfakliga við ymsum instansum, og tað vóru sum oftast trupul mál. Eitt nú psykiatriskir sjúklingar við dupult diagnosum ella sjúklingar, ið vegna dóm komu í viðgerð hjá henni. Eisini hevur hon arbeitt nógv við fólki við svárum misnýtslutrupulleikum og sjúklingum við psykosutrupulleikum.

Spurd hví hon hevur valt júst psykiatriina sum arbeiðisøki, svarar hon:

- Mær dámar so ómetaliga væl hetta økið, tí her kenni eg, at eg kann gera ein mun. Í psykiatriini eru menniskju, ið eru sera treingjandi. Menniskju, hvørs lagna er hart rakt bæði á ein og annan hátt, og eg trúgvi, at eg við mínum fakligu førleikum og míni orku til at halda út saman við teimum kann gera ein mun í teirra lívi. Í psykiatriini er tann psykologfakligi førleikin sera centralur, og tí er hetta eitt týdningarmikið og meiningsfult stað at arbeiða fyri meg.

Innan psykiatriina eru tað serliga menniskju við psykosum, ið hava hennara áhuga. Eisini er tað sokallaður dualpoblematikkur, og fólk, sum hava verið fyri kynsligum ella øðrum ágangi.

- Hesi menniskju hava upplivað nakað veruliga trupult, ið hevur merkt teirra sál, og tað hevur mín áhuga. Kanska eri eg til tíðir nakað góðtrúgvin, kanska eisini ein plathumanist, men eg trúgvi, at mítt arbeiði ger mun. Haraftrat haldi eg, at tað er nakað við galskapinum sum er so ómetaliga dragandi, ræðandi og hugtakandi alt í senn. Psykosa og sinnisjúka er hinumegin alt vit og skil, og eg kenni, at júst hetta dregur og hugtekur meg, sigur Rigmor.


At seta orð á tað orðleysa

Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum í fjør hevði Rigmor eina verksmiðju við heitinum “Ávirkanarfyribrigdi”. Spurd hví hon valdi júst hetta evnið, greiðir hon frá, at hon er í gongd við eina 5 ára specialistútbúgving við Karakteranalytisk Institut í Noregi. Fyrstu 2 árini tók hon, meðan hon búði í Noregi. Hesi seinastu árini hevur hon ferðast regluliga til Noregs fyri at halda áfram við útbúgvingini.

Á Karakteranalytisk Institut verður í høvuðsheitum arbeitt út frá ástøðinum hjá Wilhelm Reich. Reich var upprunaliga útbúgvin innan psykoanalysuna, sum Sigmund Freud menti, men Reich breyt frá psykoanalytiska umhvørvinum við at seta kroppin ístaðin fyri psykuna í miðdepilin fyri analysu. Rigmor greiðir frá, at meðan Freud setti fokus á sjálvt innihaldið í samrøðuni, setti Reich ístaðin fokus á formin av samrøðuni. Reich var ikki áhugaður í sjálvum innihaldinum av verbala samskiftinum, men í kroppinum og implisitta samskiftinum, ið fer fram millum kroppar.

- Við støði í millum annað karakteranalytisku tilgongdini hevði eg eina verkstovu saman við einum starvsfelaga, ið snúði seg um, hvussu vit venja okkum at seta orð á tað orðleysa, greiðir Rigmor frá.

- Hvussu vit kunnu venja okkum at merkja og lurta eftir, hvat kroppurin sigur okkum, við tí hann merkir, og eisini hvussu kroppurin avlesur tað implicitta ella orðleysa samskifti, ið aðrir kroppar samskifta við okkara kropp.

- Hetta samskifti fer jú allatíðina fram í millum okkum, men av tí at tað fer fram á einum ótilvitaðum støði gloyma vit mangan at geva tí gætur. Kroppurin er jú allatíð tilstaðar sum eitt subjekt og sum eigarin av tí kognitiva innihaldinum. Okkara kenslulív merkist og kemur til sjóndar í okkara kroppi, og tað er jú kroppurin og kenslurnar, sum støðugt lita okkara upplivingar. Jú meira tilvitað vit eru um hetta, jú betri megna vit at regulera okkum - eisini í mun til onnur.

Sum dømi um sjálvregulering nevnir Rigmor, tá ein heldur, at onkur kemur sera nær til okkum at tosa. Tá regulera vit okkum ofta á tann hátt, at vit flyta okkum undan. Hendan sjálvreguleringin fer fram á einum ótilvitaðum støði, men hon er sera týdningarmikil fyri, at vit kunnu ansa eftir okkum sjálvum og seta egin mørk. Haraftrat er sjálvreguleringin áhugaverd, tí vit kunnu læra nakað um okkum sjálvi, sum kroppurin longu veit, men sum enn ikki er vorðið tilvitað. Haraftrat kunnu vit eisini í hesum nonverbala samskifti læra nakað um persónin, ið samtalað verður við.

- Í stuttum ynskti eg at seta fokus á, hvussu vit kunnu venja okkum at kenna okkara egna kropp, og hvussu okkara kroppur allatíðina samskiftir á einum implicittum støði við aðrar kroppar. Haraftrat ber eisini til at læra seg at hoyra hvussu okkara medmenniskju samskifta við okkum gjøgnum teirra krop, sigur Rigmor.

Spurd hvussu hon meinar, at fakfólk og leikfólk kunnu gagnnýta hesa vitan, sigur hon, at hon metir tað vera týdningarmikið at vera tilvitað um, at um tað er í einum barnagarði, á ellisheimi ella sjúkrahúsi, so eru tað fakfólkið, ið eigur ábyrgdina av relatiónini og samskiftinum. Tá er týdningarmikið sum fakfólk at duga at brúka alt samskifti og ikki bara tað verbala sum týðandi informatión um tað menniskja, ið vit hava við at gera.

Sum leikfólk - t.d. sum maki í einum parlagi ella sum móðir at einum barnið - er hetta eisini gull vert at vita fyri at kunna betra um samskifti. Vit samskifta jú allatíðina við okkara kroppi, eisini tá vit til tíðir ikki ynskja at samskifta, koma vit til at samskifta.


Wilhelm Reich og Karakteranalysan

Wilhelm Reich var rættiliga radikalur í sínari tilgongd til sálarliga viðgerð. Eitt nú ynskti hann ikki, at tað bleiv tosað í terapirúminum. Hann kravdi, at kropparnir vóru lætt ílætnir, soleiðis at til bar at síggja, hvat kroppurin fortaldi um menniskjans psyku.

Reich meinti, at til ber at diagnostisera og koma at kenna menniskjað við at eitt nú at merkja musklarnar - um teir eru spentir ella slappir - og við at hyggja at, hvussu andadrátturin er, hvussu húð, eygnabrá, gestikkur og mimikkur sær út. Sostatt var ikki sett so nógv fokus á, hvat ið varð sagt verbalt, men heldur hvat ikki bleiv sagt. Og hvat tøgnin segði.

Við at hyggja at øllum hesum og soleiðis lata upp fyri tí søgu, ið kroppur okkara ber og allatíðina fortelur um okkum, ber til at koma inn at menniskjanum og hoyra um tess lív. Karakteranalysan hjá Wilhelm Reich sigur, at vit bera okkara søgur við okkum - tað vil siga, at tað kropsliga úttrykk, tú hevur í dag, kann siga nakað um tað samspæl, og tað lív tú hevur havt heilt aftur til teir fyrstu umsorgnanarpersónarnar, ið vóru um teg sum barn.

- Tað var júst hetta, eg ynskti at geva luttakarum á verksmiðjuni eina vitan um. Tíðin var ikki drúgv á einari slíkari verksmiðju, men eg ynskti at geva ein brellbita, sum snúði seg um, hvussu tey kunnu læra at kenna eftir í egnum kroppi og eisini venja seg at hoyra søgurnar, ið vera sagdar av øðrum kroppum uttan orð.


Er kroppurin gloymdur í nútímans sálarfrøðiligari viðgerð?

Seinastu áratíggjuni hevur kognitiva paradigmið vunnið stóran frama bæði sum præferansa innan psykoterapeutiska viðgerð í psykiatri og í privatum viðgerðarstovum. Kognitiva tilgongdin til viðgerð setur fokus á kognitión (tvs. tankar), og hvussu júst okkara tankalív hevur avgerandi týdningi fyri okkara sálarliga trivnað.

Tá Rigmor verður spurd, um hon heldur, at nútímans sálarfrøðilig viðgerð av tí sama hevur gloymt kroppin í viðgerðini, svarar hon, at hetta er lutvíst so. Men samstundis er eisini eitt paradigmuskifti farið fram innan psykoterapi og sálarheilsu seinastu árini. Tí orsakað av revolutionerandi gransking innan neurobiologi ber til at ávísa, hvussu okkara heili og kroppur støðugt mennast av teimum relationellu sambondunum, ið vit hava. Tað biologiska ella kropsliga og relationella verður sostatt alsamt meira integrerað, so hvørt sum vísindin støðugt betur kann prógva, hvussu hesar ymisku dimensjónir allatíðina ávirkast av hvør aðrari. Sum dømi um hetta nevnir Rigmor, at um tú livir í einum parlagi við støðugum psykiskum ella fysiskum harðskapi, so ávirkast tú mentalt og kropsliga av hesum og yvir longri tíð ávirkast tú eisini á einum neurobiologiskum støði.

Rigmor leggur afturat, at sum svar til henda spurning má hon eisini koma inn á sokallaða mistakið hjá Descartes á sinni, har uppbýti í sál og likam fyrstu ferð varð gjørt.

- Hetta mistakið við at býta upp í psyku og soma hevur elvt til, at vit enn í dag hugsa, at mann skal "orðna" kroppin á einum stað, meðan sálin skal “orðnast” á øðrum stað. Tað er tvørturímóti so ómetaliga týdningarmikið at minnast til, at alt hongur saman; at verður tú sjúk í kroppinum, so ávirkar tað psykuna og umvent. Tað er neyðugt við eini holistiskari ella heildartankagongd, og hetta hevur karakteranalytiska tilgongin altíð havt. Av júst hesi orsøk hevur Karakteranalysan eisini til tíðir verið hildin at vera mystisk, misteinkilig ella spekulativ.

Rigmor sigur til endans, at við nýggjastu heilagranskingini, ið undirstrikar, at neyðugt er at hava eina holistiska tankagongd, hevur karakteranalysan - við sínum fokus á, hvussu psykan kemur til sjóndar í kroppinum - fingið sína renessansu.


***


Fakta


Rigmor Napoleonsdóttir Arge


Útbúgving

• 2004: útbúgvin cand.pæd.psych. 2004 í DBU (Danmarks pædagogiske universitet Kbh).

• 2008: tvey ára eftirútbúgving innan Karakteranalysu (psykoterapetiskur viðgerðarháttur).

• 2009: 1 ára eftirútbúgving innan álvarsligar sálarligar líðingar. Er nú í gongd við specialistútbúgving innan psykoterapi.


Arbeiðsøki

• 2004: byrjaði yrkisleið sína í Noregi sum kommunusálarfrøðingur í Oslo

• 2008: sett í starv í Distriktpsykiatri Follo í Akershus beint við Oslo.

• 2009: sett í starv á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum

• 2010: konstituerað leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum



***


Fokus á sálarfrøðina við Sálarfrøðiliga fakfestivalinum

Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálarfrøðingum saman við felagnum “Føroyskir Sálarfrøðingar” fyri tí fyrsta føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við fakfestivalinum var at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið.

Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er. Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum eisini býttur í fimm breytir: “Børn og Ung”, “Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði”, “Læring og Menning”, “Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð” og “Likam og Sál”.

Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi hevur Súsanna O. Skaale forkvinna fyri fakfestivalin 2012 gjørt eina greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá sálarfrøðinginum. Onnur samrøðan er við Rigmor N. Arge, ið hevði verkstovu á breytini “Likam & Sál”.