Gamalt manskór við nýggjum sangum

Tey, ið dáma væl at lurta eftir manskórum, fáa ein gyltan møguleika til hetta, tá danska manskórið við tí beinrakna navninum “Mandskoret Sønderborg” kemur á vitjan í næsta mánaði. Miðalaldurin á kórinum er 60 ár

Vitjanin hjá manskórinum verður í døgunum 20. til 24. august, og fer kórið at hava tvær konsertir - eina í Havn og eina í Gøtu.

Fyrra konsertin verður hóskvøldið 21. august í Norðurlandahúsinum. Við hesa konsertina fer Mandskoret Sønderborg at syngja sjálvir, men eisini saman við Tórshavnar Manskóri.

Seinna konsertin verður leygardagin í Gøtu, har kórið skal luttaka við eina kirkjukonsert saman við kórinum Eystanljóð.

Tað sum ger hesa vitjanina so forkunnuga er fyrst og fremst tað, at talan er um eitt manskór.

Í øðrum lagi er vert at nevna, at millum sangararnar er havnarmaðurin og yvirlæknin, Óli Jacobsen og sum kemur frá sangglaðari familju. Nú hann er á heimavølli fer hann uttan iva at gera sítt til, at ferðalagið úr Danmark fær eina so áhugaverda vitjan sum gjørligt.

Hóast talan er um eitt manskór, so er tað ein kvinna sum stendur á odda fyri hesum 45 monnunum. Talan er um Helle Damkjær, ið er 15. kórleiðarin í Mandskoret sum varð stovnað so langt afturi sum í 1921.

 

Konsertir og ferðir

Sangúrvalið hjá Mandskoret Sønderborg er rættiliga fjølbroytt. Tað spennir frá fosturlandssangum til meiri lættari sangir - og sum teir siga: Nýggir sangir koma alla tíðina á sangskránna.

Kórið hevur sungið rættiliga nógv hesi árini, ið tað hevur verið virkið, bæði heima og úti. Heima hava teir m.a. verið fastir gestir á skránni til jólaveitsluna hjá pensjónistunum, og við várkonsertina í Musikhuset, har øll kórini úr økinum framføra nakað av tí, tey hava lært og sungið um veturin.

Kórið hevur haraftrat bæði vitjað í Svøríki, Onglandi, Wales og í Letlandi, og var á sumri 2006 við til Sønderborg Sammer Revy, har teir sungu við í endalagnum íalt 40 ferðir.

Nú liggur so leiðin hjá Mandskoret til Føroyar. Ein av næstu stóru uppgávunum teirra verður í 2010, tá kórið skal fyriskipa Dansk Sanger Forbunds landsstævne í Sønderborg.

Fram um alt leggur kórið kortini dent á tann sosiala felagsskapin millum sangarar og hjúnarfelagar teirra.