Gamalt og nýtt – lið um lið

Malla Dam, býráðslimur, Tvøroyri
-----

Tað tykist sum, at friðingarmyndugleikarnir hvørki hava áhuga fyri tí gamla ella tí nýggja, men bara vilja bróta niður tað, sum fólk her á staðnum eru góð við. Tí standa vit púra spyrjandi her á havnarlagnum á Tvøroyri.
Um friðingarmyndugleikarnir forða fyri vinniligum virksemi og vøkstri á kajøkinum á Tvøroyri er vandi fyri, at vanlig fólk missa virðingina fyri øllum tí fína og siðsøguliga, sum vit annars hava verið so errin av á Tvøroyri. Og tá er onki vunnið!
Heldur áttu friðingarmyndugleikarnir at arbeitt miðvíst fyri at fáa lív í aftur gamla ídnaðarøkið, har tey gomlu løgdu lunnar undir nútímans vælferðarsamfelag. Tey gomlu høvdu ikki verið glað, um tey vistu, at teirra lívsverk fór at verða fatað sum ónytta og pynt, ella til musealt fortreð av eftirkomarunum. Vit á Tvøroyri hava ongan áhuga í at oyðileggja tað, sum vert er at varðveita. Aðrastaðni í landinum hava fyrilitaleys vinnulívsfólk tikið niður alt tað gamla, so millum lítið og onki er eftir. Vit ynskja hinvegin ein livandi bý, har nútíð og fortíð liva lið um lið við øllum tí virksemi, vakurleika, trivnaði og lívi, sum nýtt oh gamalt ber við sær.
Tá eg tók sæti í býráðnum á Tvøroyri í januar 2009 hevði eg nógvar og spennandi ætlanir um, hvussu Tvøroyri kundi mennast og gerast býur, har øll trívast. Tíverri kom veruleikin skjótt fram fyri meg. Her skuldi spinkast og sparast, tí her var so at siga alt steðgað upp. Virkið hevði verið lukkað í áravís, og máttloysi hevði tikið yvir, bæði úti millum fólk og í býráðnum. Fólkaflyting og tómur kommunukassi var veruleikin.
Tí høvdu vit eisini ilt við at trúgva tí, tá ið Delta og Varðin Pelagic valdu okkara heimstað til Føroya størstu vinnuverkætlan í nýggjari tíð. Tað var alt ov gott til at vera satt. At hugsa sær at fáa eitt av heimsins mest framkomnu virkjum her til býin, og so júst í sama umhvørvi, sum so nógvur framburður og virksemi hevur verið hesi seinastu nærum tveyhundrað árini, Føroyum og føroyingum at frama.
Tí vóru vit sjálvsagt sera glað og spent, tá vit hoyrdu um verkætlanina hjá Delta og Varðanum í desember 2011. Her skuldi handlast skjótt, og sjálvandi vóru vit øll positiv og vildu gera alt fyri at verkætlanin, sum kundi bjarga staðnum, kundi gerast veruleiki. Onkur hevur ivast í, um økið við gamla flakavirkinum var tað rætta til slíkt virksemi. Her er einfalda svarið, at verkætlanin varð treytað av, at hetta økið var tókt.
Tá virksemið kom ígongd broyttist ALT ikki bara á Tvøroyri, men í allari oynni. Brádliga fingu fólk aftur bjartar vónir um framtíðina, og var hetta sjálvandi sera lívsjáttandi at uppliva. Gongdin varð vend, og allir pílar peika nú rætta vegin, bæði við fólkavøkstri, inntøkum, forbrúki, skattainntøkum og ikki minst hugburðinum til at búgva í landsins evsta útjaðara. Í dag eru fólk glað og smílandi og hava áræði um framtíðina.
Líka til nú, har ballada hevur stungið seg upp um útbyggingar av virkinum. Nú vilja friðingarmyndugleikarnir hjá Søvnum Landsins vera við, at ein nýggj frystigoymsla kemur ov tætt uppat teimum søguligu og sera hugnaligu ídnaðarbygningunum hjá T. F Thomas Thomsen A/S, sum vit hava verið so fegin um her á staðnum.
Men her er tað, at ketan leypur av, tí hví er tað, at tað ikki ber til at samantvinna hesar gomlu og nýggju bygningar, sum hvør í sínum lagi umboða týðandi tíðarskeið í Føroya ídnaðarsøgu? Er tað ikki júst tað, sum umboðar og endurspeglar veruleikan og teir karmar, sum eru um lívið her á plássinum? Arbeiðandi fólk og gerandis tusk eru besta fortreytin fyri einum livandi havnarlagi, har húsini ikki bara standa upp á stás, men verða brúkt av veruligum, livandi fólki, sum leita sær inn á gólvið í kongliga einahandlinum til ein heitan munn og býarprát. Fasadan á frystigoymsluni kundi verið myndprýdd ella málað sum neystatekjur, sum vit hava sæð aðrastaðni í landinum, og kundi eisini skapað lívd og býarrúm fyri hugnaligum bryggjudansi, regattum, jóansøkutiltøkum og øðrum trivnaðarskapandi virksemi.
Nei, ikki vardi tað nakran, at slíkir trupulleikar fóru at stinga seg upp, tá ið vit í berari frøi og menningarvilja lótu býarportrini upp fyri einum av størstu og bestu arbeiðsplássunum í landinum.
Nú mugu friðingarmyndugleikarnir eisini vísa, at teir seta prís upp á havnarlagið á Tvøroyri. Í løtuni gera teir tí vakra og varðveitingarverduga eina bjarnatænastu við at venda fólkinum ímóti tí, og tá er onki vunnið.
Heðin Brú segði í Fedranna Talu, at »Gott er at kenna hitan av hondum í sleptu«. Hetta merkir millum annað, at vit, sum eru á lívi í dag, kunnu gleðast um og heysta alt tað góða og fjálga, sum tey gomlu sáddu.