Gamla brúgvin um Sandá skal endurskapast

Býráðið í Havn samtykti hetta á býráðsfundinum í kvøld

Á býráðsfundi hjá býráðnum í Havn varð í kvøld einmælt samtykt við aðru viðgerð, at gamla brúgvin um Sandá skal endurskapast.

– Tá nýggir vegir verða gjørdir og ein landsvegur verður avloystur av einum nýggjum, so hendir ofta tað, at gamli vegurin fellur aftur til gamla eigaran av økinum – oftast er talan um kommunur, sigur Tórshavnar kommuna í kvøld.

– Vegurin í Havnardali var kommunalur fram til 1964, og tí eru ymisk strekki fallin aftur til kommununa, eftir at nýggjur landsvegur er gjørdur til Gomlurætt. Her er m.a. talan um gomlu brúnna um Sandá, sum er frá 1925 og er eitt satt søguligt prýði.

Eigaraviðurskiftini eru komin uppá pláss og umsitingin mælti herfyri til at játta 500 túsund til eina verkætlan um at endurskapa gomlu brúnna. Hetta varð samtykt einmælt av býráðnum í Havn 28. mai og kom til aðru viðgerð aftur í kvøld, har tað aftur varð einmælt samtykt.