Gamla Norrøna undir føroyskum flaggi

Tað er bæði tí, at tað er kostnaðarmikið at flagga út, men ikki minst fyri at vísa virðing og takksemi fyri tann stuðul í Føroyar og føroyingar hava verið í skipatænastuni hjá OM, sigur Mark Dimond, "Direktor of Marine Operations" hjá OM Ships International

Sum flest øllum føroyingum kunnugt varð "Norrøna 1" keypt av kristna trúboðanar- og hjálparfelagsskapinum "OM Ships International" fyrr í ár. Skipið, ið nú eitur "Logos Hope", liggur í Keypmannahavn, har tað hevur ligið, síðani tað var keypt.

Nógv fólk hevur verið umborð og hjálpt til við at gera skipið klárt til at fara í dokk. Í meðal hava verið umleið 40 fólk umborð síðstu tíðina. Fleiri føroyingar hava eisini hjálpt til umborð, bæði heiman av klettunum og útisetar búðsitandi í Danmark.

Eitt ferðalið av føroyskum maskinmeistarum var umborð í august og yvirhálaðu ein ljósmotor. Hetta kom sera væl við, ikki minst tí at fleiri í ferðalagnum hava siglt við skipinum í fleiri ár og kenna tí maskinrúmið bæði út og inn, sigur Karl Robert Vang, umboðsmaður fyri OM í Føroyum

Í turrdokk

Nógv skal gerast við skipið, áðrenn tað verður tikið í nýtslu. Á dupulta bildekkinum verður eitt nýtt dekk gjørt, ið býtur bildekkið upp í tvey. Bókssøla o.a. verður á ovara bildekkinum og lastarúm til bøkur og annað á tí niðara. Aftasti parturin av báðum bildekkunum verður - í fullari hædd - gjørdur til ein sal við umleið 500 sitiplássum.
Eisini skulu mest sum allar kahaúttirnar, gallan og mangt annað setast í stand ella broytast.

Tekningarnar eru lidnar og eru sendar til nakrar skipasmiður fyri at fáa tilboð uppá arbeiðið. Fleiri skipasmiðjur hava víst áhuga, og eru tær mest áhugaverdu í Pólandi, Týsklandi, Hálandi, Onglandi og ein í Montenegro.
Væntandi verður siglt úr Keypmannahavn, við kós móti eini turrdokk, um miðan januar, 2005, sigur Karl Robert Vang.

Heldur fram undir føroyskum flaggi

Tá "OM Ships International" keypti Norrønu 1 frá Smiril Line, varð avgjørt í fyrstu syftu at hava skipið verðandi undir føroyskum flaggi.
Men áhugin fyri at halda á undir verandi skipan hevur alla tíðina verið til staðar, tó at onkrar forðingar hava verið á vegnum.

Mark Dimond, ið seinastu nógvu árini hevur starvast sum "Direktor of Marine Operations" hjá reiðarínum, var á vitjan í Føroyum frá 13. til 17 november.
Hann kom higar í samband við ein fund við Skipaeftirlitið.

Eftir fundin segði hann seg vera væl nøgdan við úrslitið, og helt hann, at nú sá ikki út til at nøkur forðing var fyri at Logos Hope kundi verða verandi í føroyska flotanum.
Spurdur hví teir ynskja at sigla undir føroyskum flaggið, svaraði Mark Dimond greitt: "Tað er bæði tí, at tað er kostnaðarmikið at flagga út, men ikki minst fyri at vísa virðing og takksemi fyri tann stuðul í Føroyar og føroyingar hava verði í skipatænastuni hjá OM."

Føroysk manning á fyrsta túrinum

Reiðaríðið hevur biðið Árna Jensen úr Havn mynstra sum skipara á túrinum til skipasmiðjuna. Yvirstýrimaðurin á hesum túrinum verður væntandi eisini úr Føroyum.

Ein av maskinstjórunum á nýggju Norrønu, Poul Nolsøe Laksafoss, er eisini biðin um at mynstra á hesum túrinum.
Poul Nolsøe hevur verið við til at mannað maskinrúmið á Norrønu tey seinastu 20 árini, meginpartin av tíðini sum maskinstjóri.

Fleiri av manningini vera sjálvsagt eisini úr øðrum londum, men um onkur stýrimaður ella maskinmaður hevur áhuga í at hjálpa til á hesum túrinum, so ber til at seta seg í samband við OM í Føroyum. Tað er avgjørt ikki verri, um viðkomandi er royndur frá tíðini, tá Smyril Line átti skipið, sigur Karl Robert Vang.

Tørvur á hjálparfólki

Í løtuni er serliga tørvur á onkrum at matgerða til tey ið starvast umborð - fram til umleið miðan januar - meðan skipið enn liggur í Danmark. Um onkur kann matgerða í eitt stytri tíðarskeið, er tað eisini ein opin møguleiki.

Onnur hjálp er eisini kærkomin umborð, men verður ikki tikið ímóti fleiri hjálparfólkum í ár eftir 18. desember. Tá verður skipið gjørt endaliga klárt til at sigla.

Sum áður nevnt verður tá tørvur á manning til túrin.

Eftir at skipið er liðugt á skipasmiðju, verður tað lagt upp, antin í Hálandi, Týsklandi ella Onglandi. Tá verður av álvara tørvur á hjálparfólki.

Hvør kann hjálpa til

Tørvur verður á so gott sum øllum sløgum av handverkarum og arbeiðsfólki.
Fyri bert at nevna nakrar av teimum viðkomandi útbúgvingunum: Maskinmenn,
elektrikarar, timburmenn, snikkarar, rørleggjarar, sveisarar, múrarar, kokkar, gólválggjarar, málarar og dekkarar.

Um tín útbúgving ella tínar starvsroyndir ikki eru ein av teimum omanfyri nevndu, mást tú ikki missa mótið, tí mest sannlíkt er eisini tørvur á tí, sum tú megnar til arbeiðið, ið liggur fyri framman, sigur Karl Robert Vang.

Kostnaðarmikið at reka skip

Ikki føroyingum at siga kostar tað nógv at eiga og reka skip. Vit spurdu, hvussu alt hetta hongur saman, tá "OM Ships International", sum so ikki er ein vinnurekandi felagskapur.

Karl Robert Vang greiddi frá, at meginparturin, fyri ikki at siga alt, er fíggjað við gávum. Tað, sum verður forvunnið við søluni av bókum, dekkar einans umleið 20 prosent av samlaða rakstrarkostnaðinum.

Eingin av teimum sum sigla við fáa løn, men gjalda hinvegin nakað fyri uppihald umborð.

Men meginparturin verður sum sagt fíggjaður við gávum, størri sum smærri, frá bæði privatur og fyritøkum.

Spurdur um hvussu nógv tey, ið ynskja at hjálpa til við at gera skipið klárt til sigling, skulu gjalda, sigur Karl Robert, at tey, ið koma at hjálpa til við tí arbeiðinum, verða bert biðin um sjálvi at gjalda fyri ferðina til og frá skipinum. Síðani syrgja vit fyri, at ein song er tøk, og at eingin gongur svangur.

Tey ið umboða OM í Føroyum eru: Sunniva Østerø, Klaksvík, Filip Eliasen, Tórshavn, og Jeany og Karl R. Vang, Tórshavn. Ynskir onkur at hjálpa til við Logos Hope, kunnu tey seta seg í samband við omanfyri nevndu, eisini um fólk hava spurningar. Meira fæst at vita um OM og um skipini hjá OM Ship´s International á heimasíðuni www.fo.om.org, har eru eisini leinkjur til ensku heimasíðurnar hjá hvørjum skipi sær.