Vestmenningar fingu í dag stóra gávu, tá gamli brandbilurin kom aftur til bygdina, eftir at hann í mong ár hevur havt vakt í Svínoy.
Myndatema við brandbilinum sæst HER
Søgan hjá bilinum er annars heldur sermerkt. Upprunaliga var bilurin partur av tilbúgvingini hjá Tórshavnar sløkkiliði, men i 1969 høvdu vestmenningar tørv á hjálp. Eldur var í Centrum í Vestmanna, og bilurin varð sendur úr Havn at hjálpa til í Vestmanna.
Ikki er heilt vist, um hann var við til at sløkkja eldin, men túrurin til Vestmanna varð so hansara seinasti undir leiðslu hjá Tórhavnar sløkkiliðið, tí motorurin brendi saman.
Vestmenningar keyptu tá bilin og settu hann í stand, og í fleiri ár røkti hann sína skyldu í Vestmanna. Tá neyðugt var at útvega sær størri og betri bil, spurdu svínoyingar seg fyri, tí har var tørvur á sløkkiliðsútgerð, og síðani hevur hann tænt har.
Fyri kortum komu boð úr Klaksvík, at vestmenningar kundu ognar sær bilin aftur, um ynski var um tað.
Og tað var ein stór løta, tá Bilrøkt í dag fraktaði bilin til Vestmanna. Nú skulu vestmenningar enn eina ferð seta bilin í stand, so hann verður tøkur at nýta til tiltøk av ymsum slag í bygdini.