- Skulu vit vera við, so mugu vit eisini fylgja við. Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari, eftir at nótaskipið Jón Sigurðsson nú er selt til Norra. Í staðin fyri hevur reiðaríið útvegað sær eitt væl størri skip, somuleiðis úr Norra. Talan er um fyrrverandi Gullfinnur, bygdur í 1979, og sum var í føroyska flotanum í áttatiárunum. Skipið hoyrir í dag heima í Norra, og ber navnið Storeknut.
Hóast Storeknut bara er eitt ár nýggjari enn Jón Sigurðsson, ið er bygdur í 1978, so er talan um eitt væl betri skip, sigur Anfinn Olsen. Skipið varð høvuðsumvælt í 1991, og fekk tá millum annað nýggjan motor.
Størri orka
Sammett við Jón Sigurðsson er tað eitt væl størri skip, ið kemur í flotan í næstum. Meðan Jón Sigurðsson lastar 900 tons, tekur Storeknut meira enn tað dupulta, ella umleið 2000 tons. Eisini hevur skipið væl størri maskinorku, 4900 hestar, sammett við Jón Sigurðsson, ið hevur 3300 hesta maskinorku.
Anfinn Olsen vísir á, at umstøðurnar vera munandi betri við nýggja skipinum.
- Av tí at skipið lastar so nógv, ber til at spara nógva siglingstíð aftur og fram av feltinum, og eisini kann tað loysa seg at sigla longri eftir góðum prísi, sigur Anfinn Olsen. Harumframt orkar Storeknut munandi betur at toga, tá roynt verður við troli.
Eins og Jón Sigurðsson kann Storeknut royna bæði við nót og við troli. Nýggja skipið fær øll loyvi hjá Jón Sigurðsson, og kann tí bæði fiska sild, makrel, lodnu, og fær somuleiðis burturav føroysku svartkjaftakvotuni.
Væl dýrari
Í roknskapinum hjá reiðarínum E.M.Shipping, ið higartil hevur átt Jón Sigurðsson er virðið á skipinum mett til góðar 31 milliónir krónur. Sjálvur hevur reiðarin lítlan hug at tosa um sølu- og keypsprís, men hann sigur tó so mikið, at søluprísurin liggur niðanfyri hetta virði.
Anfinn Olsen vísir á, at prísurin á lítlum og gomlum nótaskipum sum heild er lágur í løtuni, og kemst hetta av, at flestu ynskja nýggjari og størri skip. Tí eru nógv smærri nótaskip á marknaðinum í dag, meðan keypararnir eru fáir.
Reiðarin hevur eisini lítlan hug at siga nakað um kostnaðin á nýggja skipinum. Men talan er um eitt væl dýrari skip enn Jón Sigurðsson, sigur Anfinn Olsen.
Tað er íslendska felagið Samherji, ið stendur aftanfyri smápartafelagið E.M.Shipping og somuleiðis Jón Sigurðsson, ið nú er seldur. Og nú reiðaríið útvegar sær annað og størri skip, eru tað somu eigarar, ið standa aftanfyri. Anfinn Olsen sigur, at talan verður ikki um at aðrir íleggjarar skulu uppí.
Seinnu árini hava verið góð hjá nótaskipunum. Í fjør hevði reiðaríið hjá Jón Sigurðsson góðar níggju milliónir krónur í yvirskoti, og sjálvt um árið í ár ikki hevur verið eins gott og í fjør, so hevur 2002 eisini hilnast væl, sigur Anfinn Olsen. Hann hevur tí vónir um, at nýggja skipið fer at bera seg.
Í næstum koma norðmenn til Føroya eftir Jón Sigurðsson, og Anfinn Olsen væntar, at nýggja skipið kemur hendavegin í februar mánað.
Góðkenning úr Fiskimálaráðnum
Hóast allir smálutir í samband við keypið av Storeknud ikki eru komnir uppá pláss enn, so hevur reiðaríið fingið játtan úr Fiskimálaráðnum uppá, at eingir trupulleikar eru við at fáa nýggja skipið inn í flotan í staðin fyri Jón Sigurðsson. Hetta váttar Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum.
Reglurnar siga, at Fiskimálaráðið skal geva innflutningsloyvi til øll fiskiskip, sum koma til landið. Andras Kristiansen sigur, at Fiskimálaráðið hevur sent reiðarínum hjá Jón Sigurðsson eitt játtandi skriv um, at eingir trupulleikar eru við at fáa innflutningsloyvi til Storeknut. Og sjálvt um endaliga innflutningsloyvi ikki er skrivað enn, so skuldu eingir trupulleikar verið í hesum sambandi, sigur Andrass Christiansen.