– Fólk hava langt síðani funnið út av, at vit nú hava eitt nýtt, vælegnað stað til at halda brúdleyp og aðrar veitslur í, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Enn er ikki heilt greitt, hvat gamli terminalurin á flogvøllinum skal brúkast til.
Onkur hevur funnist at plássinum í nýggja terminalinum, at har verður ov trongt, tá nógv fólk bíðar, eitt nú mjørkadagar, tá flogferðslan er darvað.
Men tað hava tey hugsað um. Við Sosialin í dag, sum hevur drúgvt tema um nýggju strategiina hjá Atlantsflog, sigur Jákup Sverri Kass, at tað stóra matstovuøkið í gamla terminalinum verður tókt til endamálið, um so skuldi verið, at tørvur er á meira plássi.
– Enn er ikki púra greitt, hvat gamli terminalurin í síni heild skal brúkast til, men vit varðveita matstovuøkið, og køkurin har verður eisini framhaldandi í drift, tí Gist & Vist brúkar hann til catering. Har er jú sera rúmligt, og fólk hava eisini langt síðani funnið út av, at vit nú hava eitt nýtt, vælegnað stað at halda brúdleyp og aðrar veitslur í. Har er longu ein eftirspurningur á tí økinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Nógv onnur høli eru eisini í gamla terminalinum, men enn er óvist, júst hvør flytir inn.
– Atlantic Airways leigar eitt høli, sum tey millum annað brúka at pakka matvognarnar í, og vit hava eisini ein fyrispurning frá einum fraktfelag um at flyta inn í terminalin, og annars hava vit eisini samband við Statoil um at brúka gamla terminalin í sambandi við oljuflúgvingina, um verulig gongd kemur á eina oljuvinnu, sigur Jákup Sverri Kass.
– Men vit varðveita atgongdina til matstovuøkið, tá vit hava brúk fyri tí, sigur flovallarstjórin.