Gamle venner eru aftur farnir at fyrireika eina Føroyaferð. Hetta verður fjórða árið á rað, at danska spælimansorkestrið vitjar í Føroyum.
Á sumri 2001 kom danski spælimansbólkurin »Gamle venner« til Føroya, her tey spældu á sambýlum, ellisheimum og øðrum støðum, har eldri fólk búðu ella hittust. Vitjanin eydnaðist so væl, og móttøkan var so góð, at gjørt varð av at koma aftur árið eftir.
Og væl man hava hilnast, tí nú koma tey aftur fyri fjórðu ferð. Avtalur um at spæla ymsastaðni í Føroyum eru longu gjørdar, siga tey í tíðindaskrivi, sum kom um dagarnar.
Bólkurin er úr Ølsted beint uttan fyri Århus, og plagar vanliga at spæla á einum pensionistcentrið í einum av grannabýunum.
Tey spæla allan vanligan spælimanstónleik, eins og annað, ið serliga eldri fólki dámar. Eisini er vanligt, at tey taka nøkur dansiløg, sum teimum eldru plagar at dáma væl. Og rættiliga vanligt er, at tey fara upp á gólv, tá gomlu vinirnir vitja.
Donsku spælimenninir hava á vitjanum teirra búð í Tjørnuvík, har teimum hevur dámt rættiliga væl og eisini hava knýtt vinabond.
Í fjør vóru tjørnuvíkingar í Danmark og sungu Kingo í samband við 300 ára haldið fyri deyða Thomas Kingo's, og tá vóru »Gamle Venner« millum annað við í fyrireikinunum til onkur av tiltøkunum í Danmark.