John Johannessen,
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
www.john.fo
Privatisera! Einskil! Sel og lækka skattin! Við hesum rakstrarrópum hava ídnastu høgrakreftirnar í samgonguni rópt oyruni full á javnaðarfólkum, líka síðani vit í januar 2004 settu okkum kring borðið at skipa eina samgongu.
Loysnin upp á allar samfelagstrupulleikar hevur fyri hesar somu kreftir verið júst sami gandasetningurin: Privatisera! Einskil! Sel og lækka skattin! Johan Dahl og aðrir sokallaðir super liberalistar ytst á høgravonginum hava í øllum samfelagsmálum prædikað somu loysnina. Nevniliga, at tænastuveitingar mugu ikki verða veittar av tí almenna. Grundgevingin hevur verið, at privata initiativið dugir betur at veita eina enn betri tænastu fyri minni penga, enn tað almenna. Og júst við hesi somu grundgeving var tað, at ein samgongumaður nú ein dagin byrjaði at tutla í krókunum í tinghúsinum, um at lata Smyril og suðuroyarleiðina upp í hendurnar á privatum at reka.
Varislig byrjan
Nú er tað soleiðis, at vit í Javnaðarflokkinum eru tolin fólk, sum geva okkum stundir at lurta eftir og viðgera hugskot hjá øðrum. Vit eru heldur ikki betong kommunistar. Og tí eru vit vanliga til at tosa við, tá tað kemur til at fremja liberalistiskar broytingar innan fyri eitt rímiligt mark.
Fyri nøkur hevur tað alt samgonguskeiðið verið av alstórum týdningi at sleppa at selja eina ella aðra almenna fyritøku. Kanska mest fyri at pussa ideologisku gloriuna, men eisini fyri at royna at prógva mergin í hesum fantastiska gandaorðinum: Einskiljing!
Tá fyrsta uppskotið var at selja nakrar gamlar, bláar almennar lastbilar, hildu vit í Javnaðarflokkinum, at hetta var helst tann mest varisliga loysnin, ið hugsast kundi í sokallaðu einskiljingartilgongdini. Tí tóku vit undir við tí, og vit trúðu satt at siga eitt sindur uppá hetta lítla gandakynstrið, sum Johan Dahl og aðrir góðir liberalistar drógu upp úr hattinum.
Bara orð
Men nú tykist tað, sum at hesi trý: Privatisera! Einskil! Sel og lækka skattin! bara eru vanlig orð uttan nakran sum helst farra av magiskari megi. Í øllum førum, um vit skulu trúgva Johan Dahl.
Tí nú trínur ein av fremstu forsprákarunum fyri hesum trimum forkølaðu gandaorðunum fram á pallin og vil hava tað almenna at taka hesar stakkals gomlu, bláu lastbilar til sín aftur.
Tað hevur víst seg fyri Johan Dahl, at hann ikki fær vinnuvirksemi sítt í Vági at hanga saman, uttan at tað almenna flytur fisk fyri hann ímillum Kollafjørð og Havnina. Í Suðuroynni og ímillum Suðuroynna og Havnina tekur tað almenna sær framvegis av vøruflutninginum, tí hesar leiðir vóru ikki við, tá Farmaleiðir fóru á privatar hendur.
Sjálvandi er tað harmiligt, at sølan av Farmaleiðum forðar fyri vinnuvirksemi úti um landið. Men skemtiligt er tað, at ídnastu talsmenninir fyri privatisering heldur ynskja sær almennar tænastur, tá teir sjálvir hava brúk fyri góðari og bíligari tænastu.
Og enn skemtiligari er tað, at ídnasti talsmaðurin fyri júst søluni av lastbilunum, nú vil hava skattaborgaran aftur í førarasetrið.
Er gandamegin uppi?
Eftir stendur, at vit dugdu ikki at selja 15 gamlar, bláar lastbilar, sum vit fingu 4 milliónir krónur fyri. Spurningurin nú er, um nøkur magisk megi framvegis er í hesum trimum gandasetningunum: Einskiljing! Privatisering! Sel og lækka skattin!
Tá fremstu liberalistarnir ynskja 15 lastbilar aftur undir landsins veingjabreiði, hvussu verður tá við sølu av til dømis Atlantsflogi ella Føroya Banka?
Vit í Javnaðarflokkinum skulu gera okkara besta, fyri at hesar sølur fara skynsamliga fram og tæna breiðu fjøldini av fólki best um tær vera veruleiki.
Men í øllum førum hava vit fingið staðfest, at lítil máttur er í gandaorðunum hjá Johan og co..