Gandar abstraktar myndir úr náttúruni

Leygardagin letir upp framsýning í Listaskálanum við temperamálningum, glasmálningum og steinprentum,sum Tróndur Patursson úr Kirkjubø hevur málað og evnað til.

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard


56 ára gamli Tróndur Patursson man vera ein hin kendasti listamaður við eiga. Og Tróndur er sera kendur uttanfyri landoddarnar. Hann fær tey bestu ummælini í donskum og útlendskum bløðum. Fyrst og fremst eru tað verkini hjá Tróndi, sum fólk leggja merki til. Men Tróndur sjálvur hevur eina velduga útstráling og hann vísir seg neyvan á eini framsýning uttanfyri landoddarnar, uttan at myndamenn og tíðindamenn eru eftir honum og seta hann stórt upp í bløðunum.

Tróndur er so deiliga erligur í síni myndatalu. Tað er einki at ivast í, at myndatilfarið er tikið beint úr gerandisdegi listamannsins. Sama ger um hann rekist á einum skirvisligum flaka úti á heimshøvunum, um hann hongur í berginum í Trøllhøvda ella um hann hvílir trygt í fanginum á konuni heima í Kirkjubø.

Ella sum ein danskur blaðmaður skrivaði um Trónd einaferð: "Har har oversat sin naturoplevelse til abstrakt billedskrift. Tróndur Patursson vil gøre det usynlige synligt., bringe os i berøring med en realitet, som overstiger vore sansers formaaen og som vort intelllekts bergrænsede fatteevne heller ikke magter at fastholde."