Ágangurin móti FF: Fiskimenn mugu fylkjast um sítt felag!

Óli Jacobsen

Tað er við ringum hugi, at eg føli meg noyddan at svara áhaldandi niðursetandi og útspillandi skrivingini hjá Dan R Petersen um Fiskimannafelagið og um mín egna leiklut í felagnum.
Endamálið er at geva fiskimonnum ta fatan, at teir eru uttan fyri lóg og rætt, og at teir hava eitt felag, sum ikki rættir ein fingur fyri at verja teirra rættindini.
Við tí umfatandi virksemi sum FF hevur skal eg vera tann fyrsti at viðganga, at tað verða mistøk gjørd, og tað eru mál, sum kundu verið betri avgreidd.
Men tað sum Dan ger, seinast í grein beint fyri nýggjár, er at sverta alt virksemið hjá FF til á ein slíkan hátt, at myndin fiskimenn skulu fáa av felagnum er beinleiðis skeiv.

Heili og hálv ósannindi
Her skulu verða tikin nøkur dømi burtur úr rúgvuni. Hetta er mest sum alt endurtøkur hjá Dan, sum eg longu hava svarað aftur, men veruligu viðurskiftini tykjast ongan áhuga at hava í hesi sverting av FF.
M. a. verður ført fram, at avrokningarfreistir samb. sáttmálanum verða ikki virdar og at "frá fomansins síðu er eingin hjálp at heinta. Klagar maður kann hann rokna við at verða uppsagdur".
Vit hava júst lagt fram hagtøl, sum vísa, at hetta er skeivt. Í allarflestu førum røkka innsendu avrokningarnar heilt inn í desember mánaði fyri ísfiskamenn.
Langfaraskipini gera longri túrar, men fleiri umboð fyri fjarflotan á okkara landsfundi søgdu beinleiðis, at teir høvdu einki at klaga um.
Sjálvsagt kemur tað fyri, at avrokningar ikki koma til tíðina. Hetta kann eisini henda, tá eitt reiðarí fullkomiliga steðgar upp, t.d. av fíggjarligum orsøkum. Men kemur avrokning ikki verða altíð stig tikin at fáa hetta í rættlag við at rykkja reiðaran. Er skipið steðgað upp leggja vit hýruna út til manningina fyri at stytta um bíðitíðina eftir ágóðanum.
Annars skal sigast, at eingin verður uppsagdur fyri at hava vent sær til FF, tí vit uppgeva eingin nøvn fyri reiðaran, sum tað tykist, at Dan rør uppundir.
Eingin gøla við "Atlantic Navigator".
Síðan verður róð uppundir, at tað skal hava verið ein "gøla" við sáttmála fyri "Atlantic Navigator". Her er als eingin gøla. Við mynstringina fyrsta túrin fyri ári síðan varð lagt fyri manningina eitt uppskot um sáttmála, sum uppá seg gav meira teir vánaligu túrarnar og minni teir góðu. Hetta var gjørt út frá royndum við "Næraberg".
Hetta uppskot varð ongantíð undirskrivað og varð slept, tá manningin ikki góðtók tað. Eg havi váttað fyri manningini, at framløgan av hesum uppskoti ikki var nóg góð, og var hetta mítt mistak. Men tað týdningarmesta má tó vera, at í dag hevur manningin ein sáttmála, sum teir hava góðtikið, og sum teir eru nøgdir við.
Víst fáa fiskimenn hjálp!
Í eini undanfarnari grein segði hann fiskimenn onga hjálp fáa frá FF yvirhøvur, tá teir vendu sær til felagið, og eitt dømi um hetta var, tá talan er um tryggingarviðurskifti. Her var eisini talan um ósannindi og útspilling.
Eg vísti m.a. á, at ein stórur partur av okkara advokatrokning fór júst til at hjálpa monnum í tryggingarmálum.
Hetta snarar Dan til, at vit velja lættastu loysn at beina monnum, sum venda sær til okkara í t.d. slíkum málum til advokat, og so mugu teir klára seg sjálvar. Hetta er aftur eitt dømi um, hvussu hann snarar alt til sín eyðkendu útspilling.
Árliga fáa vit eitt fýrasifrað tal, t.v.s. onkunstaðni omanfyri 1.000, av fyrispurningum frá fiskimonnum, sum venda sær til okkara um eitt ella annað. Í allarflestu førum verða hesi mál avgreidd av skrivstovuni við sínum royndu starvsfólki. Við tryggingarmálum er tað ofta avlamisstigið, sum menn eru misnøgdir við. Tá meta vit tað vera rættast at fiskimaðurin tosar beinleiðis við sakføraran, so hesin frá viðkomandi sjálvum kann fáa eina meting av støðuni fyri víðari viðgerðini hjá advokatinum. Tað er eingin sum yvirfyri okkum hevur tikið sær tykni av tí.
Kryvjimaskinur enn eina ferð.
Í eini av sínum fyrstu greinum segði Dan seg einki at kenna til, at FF hevði gjørt nakað fyri at fáa kryvjimaskinur umborð á ísfiskatrolararnar. Nú vit hava skjalprógvað, at hetta var høvuðsmál undir samráðingununum í 2004/5, veit hann tað kortini, og nú sigur hann nakað annað, enn hann gjørdi í november! Soleiðis verða frágreiðingarnar broyttar, so hvørt Dan rennur seg fastan í sínum ósannindum.
So er ákæran, at hetta ikki er gjørt fyri 25 árum síðani! Her veit Dan væl, at kryvimaskinur komu umborð, men fóru í land aftur, tí tær ikki riggaðu sum tær skuldi.
Tað avgerandi skuldi verið, at fiskimenn fegnast um, at trupulleikin við kryvjing nú er loystur, og nú er eftir at fáa ísmaskinur, so arbeiðið umborð kann gerast enn lættari.
Egið trúvirði fæst ikki við at beina fyri tí hjá øðrum!
Tað er óneyðugt at hava fleiri dømi um tað manglandi trúvirði, sum er í hesi niðurgering av fiskimannafelagnum. Annað dømi eru allar hálvkvøddu vísurnar um valsvik, sum tað ikki er minsta grundarlag fyri. Hetta kundi bent á, at maðurin líður av tvangstankum, sum ávirka hansara dømievni, so hann ikki kennir mun á veruleika og sínum nærum sjúkligu illgitingum.
Ein heilt avgerandi dygd hjá einum formanni í fiskimannafelagnum er, at hann hevur eitt trúvirði. Eingin ivi skal vera um, at tað hann sigur er fullkomiliga eftirfarandi til eina og hvørja tíð.
Eitt kann í hvussu er sigast um hesa skriving hjá Dan R Petersen. Trúvirði er ikki skapt í henni! Her eru heili og hálvi ósannindi, hálvkvøddar vísur, og ein niðurgering av øðrum og hevjan av sær sjálvum, sum sjáldan er sædd fyri.
Samstundis førir hann seg fram, sum um hann longu er valdur til formann. Tað er væl eisini avdúkandi fyri mannin!
Sigast kann í hvussu er, at fiskimenn vita, hvat teir hava. Men við verandi alternativum hava teir alla grund til at ivast í, hvat teir fáa!