Ágangurin stendur við

Amnesty International vil vera við, at viðurskiftini í Liberia eri einki batnað, síðani tað 15 ára langa borgarakríggið endaði í august í fjør.

Felagsskapurin sigur, at tað hevur gingist sera striltið við at útvega sivilfólkinum betri kor. Tey fáa lítla og onga verju, og mannarættindini verða ikki vird. Fólk verða plágað, hótt og noydd at arbeiða sum trælir, og fleiri verða rænd. Tað eru vápnaðir brotsmannabólkar, sum standa fyri áganginum, sjálvt um myndugleikarnir hava lovað at taka vápnini frá teimum, sigur Amnesty International.

ST hevur 15.000 friðarvarðveitandi hermenn í Liberia, men sambært Amnesty International hava teir ikki eftirlit við øllum landinum. ST hevur annars bundið seg til at tryggja friðin í Liberia og at hjálpa fyribilsstjórnini, so val kann haldast næsta ár, skrivar Reuters.