Gareth Bale hevur vunnið fimm Champions League kappingar, trý meistaraheiti, eina steypakapping og trý HM fyri felagslið við Real Madrid.
Men nú gevst hann at spæla fótbólt á hægsta stigi. Walisiski stórspælarin boðaði alment frá í dag, at hann gevst sum yrkisleikari, bert 33 ára gamal.
Gareth var eisini Wales ein góður leikari. Í 111 landsdystum skoraði hann 41 mál. Hann var við til at vinna Wales í EM-endaspølini í 2016 og 2020, og í HM-endaspælið í 2022. Hæddarpunktið var EM-hálvfinalan í 2016.
Í Premier League spældi Bale við Southampton og við Tottenham. Hann endaði yrkisleiðina í MLS-liðnum, Los Angeles FC.