Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap. Skipini eru nýliga byrjaði túr.
- Partrolararnir koma inn aftur at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru.
Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein fiskar longu, og hin fiskar stinglaks og annan djúvatnsfiski.
- Vit rokna við, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at fimm av teimum smáu trolbátunum fiska havtasku eystan fyri og á Skeivabanka.
- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap og koma allir inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.
Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Vit vænta, at bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.