Heilsfrøðiliga starvsstovan boðar frá afturkalling av viðskeranum, Coop Frikadellepølse.
Gassgerð er í pakkunum, sum ger, at pakkarnir verða uppblástir og eru óegnaðir sum føði. Orsøkin er eftir øllum at døma ein óætlaður vøkstur av mikroorganismum í pylsunum.
Vøran er seld í FK-handlum kring Føroyar og heldur sær til og við 28. august 2018.
Umboð frá Coop Danmark sigur við TV2, at tey fingu áheitarnir frá kundum um, at pakkarnir sóu øðrvísi út og vóru uppblástir.
Coop Frikadellepølse er framleidd í Póllandi, og Coop Danmark hava sett seg í samband við pólsku fyritøkuna fyri at loysa trupulleikan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir øllum til at beina vøruna burtur ella lata vøruna aftur, har hon er keypt.