Gav Shaki og Sølva reyða kortið í 2022 - dømir føroyska U21-landsliðið hósdagin

Føroyska U21-landsliðið fær írskan dómara - sum A-landsliðið hevur minni góðar royndir við - í dystinum móti Kroatia í Zagreb

Hósdagin klokkan 16 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Kroatia á Športski centar Rudeš leikvøllinum í Zagreb.

 

12. september í fjør vann Kroatia 4-2 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Gutti Dahl Olsen skoraði bæði málini hjá Føroyum.

 

U21-landsliðið fær ein gamlan "kenning" hjá føroyska A-landsliðnum úr Írlandi, ið skal døma dystin í Zagreb.

 

Talan er um 33 ára gamla íran, Robert Hennessy.

 

7. juni í 2022 dømdi Robert Hennessy Nations League dystin millum Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli. Luksemborg vann dystin 1-0.

 

Robert Hennessy gav bæði René Shaki Joensen og Sølva Vatnhamar reyða kortið, so tað eru ikki bestu minnini vit hava frá honum.

 

(Kelda: FaroeSoccer)

 

Robert Hennessy hevur dømt altjóða dystir síðani 2017. Vónandi vera eingi reyð kort til Føroyar á hesum sinni. 

 

Bólkur G - U21 EM undankappingin.

16:00 GMT - Zagreb (Športski centar Rudeš)

KROATIA - FØROYAR

Dómari: Robert Hennessy IRL

Hjálpardómari 1: Dermot Broughton IRL

Hjálpardómari  2: Emmett Dynan IRL

Fjórði dómari: Paul McLauglin IRL

UEFA dómaraeygleiðari: Zoltán Szarka HUN

UEFA umboð: Styrbjörn Oskarsson FIN